Fótbóltur
Vágamenn høvdu eitt at gera, tá teir komu í Gundadal sunnudagin. Í minsta lagi fáast úr dystinum, um nøkur vón skuldi vera fyri, at liðið eisini í komandi kappingarári skuldi spæla í bestu deildini.
Líktist ikki ætlanini
Í sjónvarpinum skiltist á venjaranum, Albert Ellefsen, at uppskriftin til eitt stig var at leggja dent á verjupartin, men hetta var so á ongan hátt nakað, sum sást aftur á vøllinum, tá dysturin varð blástur ígongd.
Gestirnir royndu hinvegin at flyta spælið niðan á HB hálvuna, og tað var heilt skjótt greitt, at hetta kostaði í verjupartinum, har serliga Pætur Dahl og Allan Mørkøre í borðunum høvdu góðar sømdir, men fyrstu løtuna tóktist tað tó sera trupult at gera sær dælt av hesum. Einir tríggir heilt góðir møguleikar vórðu brendir, og brádliga var tað so FS Vágar, sum tók leiðsluna.
Einar tvær ferðir høvdu teir ligið framvið, uttan at úrslit spurdist burturúr, men um hálvan hálvleikin eydnaðist teimum at fáa brotsspark, tá Jón Nielsen varð feldur áraka brotsteigarmarkinum, og Hannus Olsen smekkaði so bóltin mitt í málið.
Nýttu ikki høvdið
Tað sigur helst eitt sindur um taktiska medvitið (ella mangul upp á hetta) hjá niðurflytarunum, at teir heldur ikki eftir leiðslumálið løgdu nakran serligan stóran dent á verjupartin. Heldur royndu teir framhaldandi at spæla seg fram eftir vøllinum í vón um at fáa enn eitt mál, og hóast tað í sjálvum sær er alla æru vert, so má tað tó metast sum heldur naivt.
Tað er ikki víst, at teir høvdu bjargað sær tilveruna í deildini, um teir seinasta góða tíman høvdu stillað seg í egnan brotsteig at sparka burtur, men tað kann við vissu staðfestast, at úrslitið hevði verið munandi betri, enn tað bleiv.
Longu fýra minuttir eftir leiðslumálið fór tað at ganga skeivan vegin. Jón Rói Jacobsen, sum hesa ferð var í álopinum, varð leiktur leysur, og skoraði úr spískum. Sami Jón Rói hevði annars fleiri heilt góðar møguleikar í dystinum, men tá hann so seks minuttir undan steðginum legði HB á odda, tóktist hetta eisini vera mønustingurin hjá vágamonnum, og tá Allan Mørkøre so beint undan steðginum økti til 3-1, mundu sjálvt tey mest bjartskygnu vágafólkini hava lagt allar vónir um bjarging á hillina.
Skolaði inn
Hetta gjørdist eisini heilt sjónligt, tá seinni hálvleikur varð settur ígongd. Vágamenn tóktust fullkomuliga mótfalnir. Teir hvørki orkaðu ella megnaðu at geva HB nakra veruliga mótstøðu, og hetta gav rættiliga heimaliðnum høvi at dusa sær í seinasta dystinum, soleiðis at miseydnaða árið hóast alt fekk ein lukkuligan enda.
Fyrra helmingin av seinna hálvleiki hendi tó ikki tað stóra uppi á talvuni við tennisvøllin. HB hevði fleiri heilt stórar møguleikar, men leikararnir kappaðust um at misnýta møguleikarnar.
Hol kom tó á, eftir at Eyðun Samuelsen kom á vøllin fyri Róa Árting, sum við hesum takkaði fyri seg á besta HB-liðnum. Eyðun nýtti høvi til at gera sítt fyrsta mál í bestu deildini í ár, tá hann skumpaði lobbarin frá Gunnari seinasta pettið inn um strikuna, og so gekk veruliga skjótt.
Gunnar Mohr, Bjarni Jørgensen, Allan Mørkøre og aftur Gunnar fingu máltalvuna at líkjast stigateljaranum í einari Flipper-automat, áðrenn Birgir Joensen beint undan dystarloki kundi minka um munin. Tað málið hevði so ikki annað enn kosmetiskan týdning, og vágamenn noyddust nú at góðtaka, at aðrudeildarfótbóltur er tann beiski veruleikin komandi árið. Stigatalvan lýgur ikki, og avrikið á vøllinum sunnudagin bar eisini boð um, hví so er.
Dysturin í tølum:
HB-FS Vágar 8-2 (3-1)
0-1: Hannus Olsen (br.), 24
1-1: Jón rói Jacobsen, 28
2-1: Jón Rói Jacobsen, 39
3-1: Allan Mørkøre, 45
4-1: Eyðun Samuelsen, 68
5-1: Gunnar Mohr, 70
6-1: Bjarni Jørgensen, 73
7-1: Allan Mørkøre, 81
8-1: Gunnar Mohr, 86
8-2: Birgir Joensen, 90
Dómari: Páll Augustinussen (VB)
HB: Pól N. Joensen ? Ingi Rasmussen, Eyðfinn Fjalsbak, Rógvi Jacobsen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Jack Johansen, Vladlens Osipovs, Jákup Joensen, Elfinn Ørvarodd ? Ruslan Screlea, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Torkil Nielsen ? Sonny Johansen, Birgir Joensen