FSF gjørt sjálvmál?

Havið leingi gingi og ilskast inná FSF og teirra líkasælu, tá umr æður føroyskan fótbólt. Tað byrjaði við ungdómsfótbólti, men nú er ringt at takað dagar í millum børn og vaksin

Eftir at tað var komið fyri oyra hjá onkrum av starvsfólkunum á Sosialinum, bleiv eg uppringdur av ítróttarskrivarinum og gjørdu vit eina avtalu um at tosa saman aftur.

Tað er møguliga ikki so áhugavert at skriva um ungdómsfótbólt. Men eg skal heilsa bæði tykkum í pressuni og teim høgu í FSF, at vit eru nógv kring landið ið eru góð við okkara ungu leikarar og einans vilja teimum tað besta,

Tá eg enn einki havið hoyrt aftur frá ítróttarskrivarinum, hóast vikur eru gingnar, og eg havi eina stóra trong fyri at fáa onkran í toppinum at vaknað,havið eg valt at setast við knapparnar og royna at lýsa støðuna frá mínari/okkara síðu

Føroyskur ungdómsfótbóltur eigur ongan góðan innanveggja í FSF.Tað hevur kappingin í ár víst. Tað kann tykjast sum grenj, men fari eg at royna at lýsa, hvat tað er sum far meg at skriva hesi orð

Tá eg byrjaði at fáast við ungdómsfótbólt fyri eini 6-7 árum síðan, var kappingin fyri tað mesta skipa sum økiskapping. Eftir uppbyggjandi kjak, bleiv kappingin so líðandi umskipa, so tað var áhugavert hjá øllum at leika ALT kappingarárið. Kappingin bleiv skipað i bólkar, har vinnandi liðini blivu bólkað saman við ørðum vinnandi liðum, og taparinir við øðrum taparum. Soleiðis bleiv kappingin umskipað eftir hvørji 2 umførð/vikuskiftir og gjørdi tað at liðini rættiliga skjótt komu í bólkar har javnt góð lið møttust. Ein góður máti at menna leikarar. Kappingin endaði við at tey bestu liðini leiktu seg í A-finalubólk, tey næstbestu í B-finalubólk og so frammvegis.

Tað serliga góða við hesi kappingarskipan var at ØLL høvdu okkurt at spæla fyri alt kappingarárið og høvdu møguleika at vinna okkurt. Lika mikið hvussi ein vendir og snarar, so er tað tað, ið fótbóltur gongur út uppá - at vinna.

Tað ið er hent við kappingini í ár, er einkið minni enn ein katastrofa.

Fyri stórsta partin av leikarinum varðar kappingin einans 5 vikur.

Eg skal her koma við einum dømi: Smápiltakappingin byrjaði í ár 19 apríl við 48 liðum. 25 maj spældu 8 ,av hesum 40 liðum seg ,í FM bólkin, ØLL hini 40 liðini vóru tá liðug at kappast. Tey lægru liðini blivu bólka í økisbólkar á 4 lið, har liðini møttust 6 ferðir yvir 6 vikuskiftir. Um liðini vinna ella tapa í hesi skipan, er líka mikið, tey kappast ikki um nakað.

Dømi er um lið, ið hevur vunnið allar sínar dystir við 5-6 málum viku eftir viku. Um onkur innan FSF fær eyga á møguleikan hjá hesum leikarum at mennast, so vælsignaðir komi út til feløgini og fortelji øllum teimum mongu, sum nýta tað mesta av síni frítíð til fótbóltin, hvar menningin liggur fjald. Eg, og fleiri við mær síggja ikki menningina

Við hesum máta at skipa kappingina, má roknast við at langt verður millum ”Vinnararnar” sum landsliðsvenjarin sóknast eftir.

Møguliga er málið hjá FSF toppinum at fáa fleiri lið í 3. deild ,tí har leika vit, sum bert eru við fyri tann sosiala partin.

Tað sum veruliga fekk mítt sinni í kók, eru grundgevingarnar hjá FSF.

Eftir at hava spurt eitt sindur um málið, fingu vit at vita at tað serliga vóru tvær orsøkir.FSF hevði ikki orku at skipa kappingina ørðvísi og at tað er trupult at finna vallarpláss??????

Trúði ikki at tað var neyðugt at boða FSF frá um vallinar í Føroyum, men tá tey nú ivast, so má eg heldur siga teimun tað. Tað vóru eins nógvir vøllir, 1. august sum 25. maj, so har kann trupulleikin ikki liggja.

Tá tað umræður orku, undrist eg stórliga. Ikki orku at skipa føroysku kappingina? Hendir okkurt niðri á europeiska meginlandinum, er eingin trupulleiki við at finna fólk, ið fegin seta sær tíð og orku av.

Fyri stuttum vær øll Juntaðin úr Ovastu Sovjettini í Gundadali í Norra og hugdi eftir nýggjum Tjóðarvølli. Hvør skal leika á vøllinum tá vit ikki hava orku at skipa fótbóltin??? 100 milliónir til vøll, og ikki ráð til EITT starvsfólk at skipa ungdómsfótbóltin, skil tann ið skilja vil

Um FSF, sum nú leggur líka í ungdómsfótbóltin, loysir málið seg sjálvt. Vit fara ikki at klára at manna landsliði, og tá má roknast við, at avlopsorka verður til tey ungu.

Kanskað burdi Kappingarnevndin valt at økonomisera við sínum kreftum. Seinastu vikurnar hevur eitt mál, um eina hending í Gøtu, fylt nógv hjá, Kappingarnevndini, Havnapressuni og almenna Kringvarpinum, ið sum altíð, sera objektivt, vísir frá dystinum í Formuladeildini.

Um sjálva hendingina finst eingin umbering, og fyri at siga tað sum tað er, so líkist tað ongum at leikara gera slíkt sum hesir báðir Víkingingarnir gjørdu. Eg vildi ynskt at tað bert vóru hesir sum høvdu gjørt slíkt, tí so var trupulleikin ikki so stórur, men teir eru tíverri ikki teir einastu.

Tað finnast nógv dømir. Eitt sum var fest á band, bert 4 dagar seinri, hendi eisini i Gøtu, men tá var tað ein B36’ari. Tað málið nýtist ikki at blásat upp og fáa stórvegis umtalu, tí teir eru ikki ljósabláir!

Tað eru heilt nógvar, hendingar gjøgnum eitt kappingarár, ið kundu fingið formannin í Kappingarnevndini at kalla saman til fund, men sjálvandi, tá SVF við B68’aranum á odda, ikki vísur ALT, men bert tað sum honum hóvar, so er ikki nemt at fáa alt við

Eg vónaði at nevndin í FSF fór at hugsa seg væl um, áðrenn hon fylgdi tilmælinum frá Kappingarnevndini. Tað hevur nevndin møguliga gjørt, men hava tit hugsa um hvørjar fylgjurnar vera?

Um so er at sjónbandamyndir kunna nýtast sum prógv fyri at sekta leikarar, og Kappingarnevndin kann fara inn og døma, hóast dómarin í dystinum, tók støðu um einkið at gera , kann hugsast at Sveinur ,og restin av Kappingarnevndini, fáa fýrakantað eygu.

Grundgevast kann ikki við at myndir ið koma frá SVF, umboða allan sannleikan, tær eru kliptar til, og ofta kliptar, so tær gerast so ”sensationellar” sum gjørligt.

Havi mangan undrast á, at SVF mangan bert vísir málini frá einum dysti einaferð. Er onkur hending ið er meir ”dramatisk” so verður hendan víst fleiri ferðir, og tað eru tær hendingarnar ið Kappingarnevndini sær og ikki altíð tann veruliga myndin av dystinum. Tað er sum kunnugt redaktiónin, ið avgerð hvat verður víst.

Havið verið í samband við ábyrgdarfólk hjá fleiri feløgum, og eru flest øll samd um at dekningurin hjá SVF absolut ikki altíð gevur eina rætta mynd av veruleikanum. Endamálið hjá SVF er heldur ikki at døma fótbólt, men at gera sjónvarp. Teir royna eftir førimuni at gera tað so væl sum teir nú einaferð eru førir, fyri við einum myndatóli, og er okkurt, sum fer út um tað ”normala” so dyrka teir tað, tað selur best. At kappingarnevndin so velur at nýta tilfarið sum dømingargrundarlag, kann sum so skiljast, men hvar er trygdin fyri at ØLL fáa somu viðgerð?

Til í dag hevur tað verið so, at um dómarin ikki skrivar nakrað frágreiðing frá einum dysti, er dysturin liðugur, tá dómarin bríkslar av eftir 90 minuttir

Nú Kappingarnevndin og Aganevndin hava broytt siðvenju, er tað eingin sum veit, hvørjum beini standast skal á. Ein dystur sum verður blástur av, av dómarinum, sunnudag kl ca 17:00, kann við vissu ikki kallast liðugur, fyri enn Tórður hevur víst tað, sum hann ynskjur at vísa, og Sveinur og hansara nevnd hava góðkent avgerð dómarans.

Havið, sum flest allir fótbóltsfjeppara, onkuntíð verið nakað missnøgdur við onkran dómara, men eitt er púra sikkurt. Eg havið nógv størri álit á dómarunum ið døma Formuladeildina, enn eg havið á Sveini Tróndarsyni, sum dómara.

Tað stutta av tí langa. So leingi tit í Yvirdómarapanelinum ikki kunna tryggja, at øll feløgini, sum eiga FSF, fáa somu viðger frá SVF, vælsignaðir, latið dómarinar døma dystirnar.

Farið heldur í gongd við at gera tað tit eru vald til . Setið tykkum tíð av til at skipa kappingarnar, so føroyskur fótbóltur kann mennast. Um tit ikki seta tykkum før fyri tí, so heitið á feløgini um at hjálpa tykkum. Tað finnast nógv skilafólk kring landið

Um somu skilafólk høvdu skipað kappingina í Formuladeildini, hevði neyvan verið neyðugt at flutt eitt, umfar vegna landsdyst, og lagt eitt umfarð – hetta vikuskifti- samstundis sum U19 landsliðið er uttanlands. Klákkuklárt sjálvmál

Eg fari at enda við at seta Kappingarnevndini nakrar spurningar.

Er tað Kappingarnevndin sjálv, ið velur um myndir skulu nýtast, ella kann felag krevja at fáa insendar myndir viðgjørdar?

Kunna øll sum ynskja tað, senda myndir inn. Um ikki, er tað ein Aðalfundarsamtykt, at bert myndir frá almenna sjónvarpinum kunna nýtast?

Hví fær leikari, ið slær annan, eftir at dysturin er bríkslaður av, ikki somu innstilling til sekt frá Kappingarnevndini, sum leikari ið sparkar annan? ( Í fylgi FIFA fáa tílikir tilburðir, somu sekt)

Er sektin fyri at slága annan leikara,niðursett í ár ? Las á HYPERLINK "http://www.guliganz.fo" www.guliganz.fo at Jankovic, sum í seinasta dysti fyri VB/Sumba í fjør, slóg ein mótleikara, fekk 3 dagar leikbann. Tá leikarin flutti til B36 í januar, bleiv leikbannið skorið niður til 2 dagar, og nú 9 mánðar seinri ”kostar” eitt slag bert 1 dag leikbann frá somu Kappingarnevnd. Eru øll líkað fyri lógini, ella er munur á millum feløgini???

Tá Aganevndin nýtir eitt FIFA regulativ, fyri at geva sær sjálvum heimild, at nýta sjónbandamyndir sum grundarlag fyri dóm, hví verða somu FIFA reglur so ikki nýttar, at áseta sekt við?

PS: Má undirstrika at tað eri eg sum privatpersónur ið havið skriva omanfyristandandi. Um so er at ikki alt fellur í góða jørð í Gundadali, og tit fara at diskutera eina passandi ”straff” fyri skrivingina, má brævið við ”straffinum” sendast til mín persónligt og ikki til Ítróttarfelagið Víking, ið eg bert eri ein meinigur limur í