FSF hevur ein trupulleika

Vantandi linjan í discipliner-revsingum er í ferð við at gerast ein stórur trupulleiki hjá Fótbóltssambandinum

Fótbóltur

 

Tað munnu vera tey allarflestu, sum eru samd um, at sjónvarpsmyndirnar úr Sarpugerði eftir dystin millum Víking og B68 mikukvøldið í farnu viku vóru lítið hugaligar.

Atlia Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus løgdu hvør í sínum lagi eftir Jann Inga Petersen, eftir at dómarin hevði bríkslað seinasta bríkslið. Tað eydnaðist eisini Hans Jørgen at fella mótstøðumannin, men hvørki dómari ella hjálpardómarar sóu tilburðin, sum tí ikki stóð á dómarans frágreiðing eftir dystin.

Um vikuskiftið var aftur hending á Sarpugerði, har Herbert í Lon Jacobsen helst fær leikbann fyri at hava verið í hornatøkum við Andreas Lava Olsen eftir dystin millum Víking og B36. Men tann hendingin er noterað á dómarafrágreðingini, skilst, og tí verður talan ikki á sama hátt um disciplinermál.

Hóskvøldið vóru tað sjónvarpsmyndirnar, sum talaðu sítt týðuliga mál um tilburðin, og FSF hevur eisini boðað frá, at málið verður tikið upp.

Aðra staðni er vanligt, at sjónband verður nýtt sum prógv, og tað hevur eisini verið gjørt áður í Føroyum. Í so máta er eingin trupulleiki.

Trupulleikin er, at mannagongdirnar higar til ikki hava givið nakra serliga rættartrygd til teir spælarar, sum verða fangaðir í beistagerðum sínum. Fyrsti dómurin, sum fall í hesum, var í 2005, tá Bergur Midjord fekk tríggjar daga leikbann fyri at skvetta nakrar dropar av vatni eftir Jón Johannesen, sum eisini fekk longt leikbann fyri tilburðin.

Undan kappingarárinum hevði FSF ta ferðina boðað frá, at teir nú fóru at brúka sjónvarpsmyndir sum prógv, um talan skuldi verða um disciplinerdóm. Og alt gott um tað.

Tað var tó skjótt, at linjan skeiklaðist. Í vikunum eftir hetta vóru tvær hendingar at síggja í sjónvarpinum, har HB-spælari sló klaksvíking í búkin, og har B68-spælari klípti spælara hjá VB/Sumba millum beinini. Báðar hendingarnar vóru sjónligar á skíggjanum, men hvørgin fekk avleiðingar fyri spælaran.

Og sum so hevur linjan – ella mangul upp á sama – eisini verið galdandi fyri útsagnir hjá spælarunum og venjarum. Ein viðmerking, sum í botn og grund ikki var annað enn ein útsøgn um vánaligt dómaraavrik, kostaði Bartal Eliasen tveir daga leikbann. Hinvegin hava aðrar útsagnir seinastu tvey árini frá eitt nú Kurt Mørkøre, Christian Lundberg og nú seinast Niclas Niclasen ikki kostaðu leikbann, hóast hesar vóru álop á integritetin hjá dómaranum.

Fyri at venda aftur til málið í Gøtu mikukvøldið, so hevur Kappingarnevndin fráboðað, at málið verður tikið upp. Enn er tó eingin úrskurður gjørdur, og tað verður heldur ikki Kappingarnevndin Men Aganevndin, sum ger hendan.

Eisini her hevur linjan í kæruviðgerðum verið heldur trupul at fáa eyga á. Og hóast tað skundar undir viðgerðirnar, so er tað ein veikleiki í skipanini, at revsingin skal upp um ávíst mark, áðrenn mál kunnu kærast víðari. Her var ítróttardómstólurin áður eitt amboð, sum fótbólturin eisini kundi nýta, og avgerðir her hava áður staðfest, at tað ikki ber til, at revsilinjur verða skaptar út frá einstøkum hendingum. Hetta tí eitt nú videoprógv er av somikið prinsipiellum týdningi, at tey krevja eina viðgerð, áðrenn tey verða tikin í nýtslu.

Ta viðgerðina hevði FSF kanska um ársskiftið 2004/2005, men eftirtíðin hevur so ikki víst nakra linju í hesum.

Og tí hevur FSF ein trupulleika. Øll kunnu væl vera samd um, at eitt mark skal vera fyri atburði á vøllinum. Og tað má standa bæði spælarum og venjarum greitt, at verður farið um markið, so fær hetta avleiðingar.

Trupulleikin hjá FSF er, at markið ongan tíð er sett. Og í øllum førum hevur marknaðeftirlitið verið sera tilvildarligt!