Fótbóltssambandið hevur í hesum døgum fólk í Norra og kunnar seg um fótbóltshallir. Tað eru umboð í ”HatTrick-nevndini” hjá FSF, sum eru og kunna seg um fótbóltshallir.
Tað hevur nógv verið tosað um, at fáa eina ella fleiri fótbóltshallir í Føroyum, so fótbóltur kann spælast alt árið. Hóast FSF er í Norra nú, so merkir tað ikki at vit fáa eina fótbóltshøll enn.
- Vit gera í løtuni Tórsvøll lidnan, umframt at stuðul verður latin til ljós, nýtt graslíki, felagshús og annað. So peningurin til hallir verður neyvan tøkur fyrr enn um nøkur ár, møguliga í 2022, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
Endamálið við túrinum er at hyggja nærri at fýra nýggjum fótbóltshallum, sum eru bygdar í Bergen, Tróndheimi og í Frøya. Umframt innlit í kostnað og annað viðvíkjandi hallunum, bleiv HatTricknevndin eisini kunnað um, hvørja strategi norðmenn hava við fótbóltshallum.
HatTricknevndin, ið er mannað av Kristmund Johannessen, Rúna Abrahamsen og Rúna Heinesen, fer nú at gera eina frá greiðing frá túrinum, ið skal latast starvsnevndini í FSF. Síðani skal starvsnevndin gera ein stuðulsleist, hvussu fótbóltshallir møguliga kunnu stuðlast í framtíðini, boðar fótbóltssambandið frá.