Tá semja varð gjørd á náttartíð í málinum um spæliloyvið hjá Hjalgrími Elttør, varð ongan tíð sagt, hvussu semjan varð skrúvað saman.
Norðlýsið fekk fríggjadagin hendur á avriti av avtaluni, og sambært hesi hevur FSF sagt ja til at flyta NSÍ 60.000 krónur fyri spæliloyvið. KÍ hevur í sínum lagi játtað at gjalda 40.000 krónur, men hevur samstundis bundið seg til at fylgja løgfrøðisligum úrskurði, sum verður gjørdur um málið. Ein úrskurður, sí. um sambært avtaluni kann enda við, at FSF fær alla upphæddina, sum sambandið hevur lovað NSÍ. Men sum eisini kann enda við, at FSF rindar NSÍ 60.000 krónur, men bara fær 40.000 krónur aftur frá KÍ.
Enn eru tó eingir pengar fluttir til NSÍ. Hvørki frá FSF ella KÍ.
Tað er forsetin í FSF, Høgni í Stórustovu, sum hevur undirskrivað avtaluna, men í skrivandi løtu ynskir hann ikki at gera nakra viðmerking til málið.
- grundleggjandi er talan um mál, sum ikki er avsluttað. Christian Andreasen kemur við sínum úrskurði, soleiðis at málið kann enda. Meðan málið koyrir, eri eg ikki sinnaður at gera nakrar viðmerkingar um hetta. Og fyrst og fremst verður tað nakað, sum vit tá koma at viðgera í starvsnevndini, áðrenn nøkur almenn útmelding kemur, sigur Høgni í Stórustovu.