FSF longt sáttmálan við Lars Olsen

Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum gongur út við árslok í 2015.

 

Tað er nú greitt, at Lars Olsen heldur fram í starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari, eisini eftir at verandi sáttmáli gongur út seinast í hesum árinum.

 

Hesum boðar Fótbóltsambandið nú frá umvegis heimasíðu sína.

 

Fótbóltssamband Føroya og Lars Olsen hava skrivað undir nýggjan sáttmála, sum bindur partarnar at hvør øðrum fram til 31. desember 2015.

 

Í november í 2011 skrivaðu FSF og Lars Olsen undir ein tvey-ára sáttmála, og hava partarnir verið sera væl nøgdir við samstarvið.

 

Lars Olsen hevur annars verið settur í samband við fleiri venjarastørv í donsku Superliguni seinastu mánaðarnar, men tað verður also føroyska A-landsliðið, ið danin fer at stjórna komandi hálvt triðja árið.

 

Næsta stóra uppgávan hjá Lars Olsen og føroyska fótbóltslandsliðnum verður um fýra vikur, tá Írland og Føroyar møtast í Aviva Stadion í Dublin, í undankappingardysti til HM 2014.