Í september í ár boðaði Jógvan Martin Olsen frá, at hann gevst sum landsliðsvenjari.
Dysturin á útivølli móti Litava gjørdist hansara seinsta landsdystur í hesum umfarinum, og komandi ár verður tað í Víkingi, at hann fer at royna seg.
Fótbóltssabandið skipar í dag fyri móttøku, har høvið verður at siga landsliðsvenjaranum formliga farvæl, og verður móttøkan millum klokkan 15 og 16.30 í FSF-húsinum við Tórsvøll.