FSF skal finna minst tríggjar milliónir tey bæði næstu árini

Fótbóltur: Formaðurin í FSF vil binda um heilan fingur beinanvegin, heldur enn at fáa ein stóran fíggjarligan trupulleika komandi ár

Tað er ikki uppá tal, at Fótbóltssambandið fer á húsagang, men formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, ásannar, eftir at tað er vorðið greitt, hvørji mótstøðulondini verða í næstu EM undankapping, at tað er alneyðugt og kanska lívsneyðugt, at munurin millum inntøkurnar og útreiðslurnar hjá FSF tilsaman betrast í minsta lagið tríggjar mió. tey bæði næstu árini:

? Vit hava eina eginogn upp á umleið tríggjar milliónir, og tað vil siga, at tað er ikki talan um, at vit fara á húsagang. Men sum kunnugt er posamatur ódrúgvur, og mín áskoðan er, at vit skulu gera alt, sum tað ber til at gera, fyri at sleppa undan at tera uppá eginognina, tá vit skulu fíggja raksturin av altjóða virkseminum komandi árini. Torleif Sigurðsson sigur, at roknskapartølini fyri 1997, sum verða løgd fyri aðalfundin, ið verður 31. januar, ikki eru serliga uppmuntrandi: ? Fyri einum ári síðani varð nógv tosað um góðu roknskapartølini fyri 1996, sum vórðu løgd fyri aðalfundin. Tá undirstrikaði eg, at talan fór at vera um eitt rakstrarundirskot í 1997, og tað hevur gingið, sum vit roknaðu við. Vit arbeiða alla tíðina fyri at fáa javnvág í ætlanina fyri 1998, og eftir lutakastið leygardagin mugu vit bara staðfesta, at har fingu vit ikki tað hjálpina, sum vit kundu havt fingið.


Bara eina ferð hepnir

Torleif Sigurðsson heldur ikki, at føroyingar hava verið hepnir í teimum fimm lutakøstunum, sum UEFA og FIFA higartil hava havt ábyrgdina av, síðani Føroyar í 1990 fóru uppí altjóða kappingarnar:

? Síggja vit tað frá fíggjarliga sjónarhorninum, so mugu vit ásanna, at higartil eru vit bara eina ferð komin í ein bólk, sum hevur borið stórar møguleikar fyri inntøkum fyri sjónvarpsrættindini við sær. Tað var, tá vit í júst loknu HM undankappingini fingu Spania sum hægst flokkaða landið. Hinar ferðirnar hava vit havt Jugoslavia, Rumenia og Russland sum hægst styrkismettu londini, og tað, sum vit hava fingið frá hesum tjóðunum fyri sjónvarpsrættindini á Svangaskarði, hevur verið millum lítið og einki og bara ein heilt lítil brøkpartur av tí, sum vit fingu frá Spania.

Torleif Sigurðsson er glaður um, at FSF fyri einum góðum ári síðani longdi avtaluna við felagið UFA, sum keypir og selur sjónvarpsrættindi:

? Tað er altíð ein metingarspurningur, um tú skalt gera tílíkar avtalur. Vit fingu trygd fyri inntøkum, men um vit høvdu verið hepnir í hesum lutakastinum, so kann tað hugsast, at vit høvdu havt møguleikar fyri uppaftur størri inntøkum, um vit nú sjálvir høvdu rættindini. Sæð út frá fíggjarliga vinklinum vóru vit ikki hepnir hesa ferð, og so er tað gott at eiga trygd fyri inntøkum.


Stuðulsavtalurnar

við lítið land

Undir HM undankappingini, sum endaði í fjør, hevði FSF tríggjar stuðulssáttmálar. Ein var við Faroe Seafood Prime, ein var við Atlantic Airways, og ein var við ítróttarhandilin hjá Thomas Dam, sum syrgdi fyri klæðunum. Tíðarskeiðið fyri klædnaavtaluna er liðugt, og sáttmálarnir við Fiskasøluna og Atlantic eru bara galdandi til mars mánað í ár.

Tað er eingin loyna, at áhugin hjá Fiskasøluni at gera avtalu við FSF komst av, at Poul Michelsen var stjóri har. Tað er hann ikki longur, og tá gongdin í felagnum harafturat verður havd í huga, so kann ein og hvør gera sær sínar metingar av, um teir eru hugaðir at halda fram. Tað man vera meiri sannlíkt, at Atlantsflog er áhugað at halda fram:

? Vit hava havt følarar úti í sambandi við nýggjar sáttmálar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu tað verður í framtíðini, men vit mugu fáa avtalur uppá pláss so skjótt, sum tað ber til.

Torleif Sigurðsson ásannar, at talið á føroyskum fyritøkum, sum kunnu koma upp á tal at lata sovornar stuðulsupphæddir, er ikki stórt:

? Higartil hevur talan bara verið um føroyskar loysnir, men tað er heilt upplagt, at vit eisini hyggja okkum um uttanlands.

Hugsa tit um oljufeløgini?

? Tað er sjálvsagt ein møguleiki. Royndirnar hjá okkum siga, at talið av útlendskum feløgum, sum eru áhugað er avmarkað, tí Føroyar og føroyski marknaðurin eru so smá. Ein klædnaavtaæa sum tann hjá FCK kemur ikki uppá tal hjá okkum, tí marknaðurin er so lítil, men vit fara at royna at fáa eina betri klædnaavtalu, enn vit hava havt higartil.