FSF: Tí varð spælt á ovara vølli

Virgar Hvidbro ásannar, at ljósini á Tórsvølli høvdu komið til sín rætt í Stórsteypadystinum

Fleiri hava undrast á hví Stórsteypadysturin bleiv spældur á ovara vølli í Gundadali, tá tað eru altjóða viðurkend ljósviðurskifti á Tórsvølli. Upprunaliga skuldi dysturin spælast klkkan 15 sunnudagin, men bleiv orsaka av vánaligari veðurforsøgn fluttur til mánakvøldið klokkan 18.

 

Les eisini: Víkingur vunnið Stórsteypadystin

 

Tí tóktist tað upplagt at flyta dystin á Tórsvøll, men júst ringa veðrið var orsøkin, at Fótbóltssambandið og Lions Club, sum skipaðu fyri dystinum, valdi at spæla hann á ovara vølli.

 

Les eisini: Sigfríður: Vit eru millum FM-kandidatarnar

 

- Tað er eingin loyna, at ljósini á Tórsvølli høvdu komið til sín rætt, men valið fall á ovara vøll, tí har fingu áskoðararnir møguleika at sita undir taki. Veðrið hevur ikki verið nakað serligt hesar seinastu dagarnar, og var mann nokk bangin fyri, at tað komu nokk ikki nógvir áskoðarar, um ikki slapst undir tak, grieðir Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, frá.

 

Les eisini: Atli og Súni fegnast um Stórsteypið

 

Tað hevur ljóðað, at ein møgulig orsøk var, at tað ikki var mett at verða trygt at spæla í nógvum vindi, meðan nýggja FSF-húsið stendur í bygging fyri endan av øðrum málinum. Hetta kennir aðalskrivarin einki til.

 

- Tað einasta sum kundi verið er, at bóltadreingirnir sleppa ikki inni á byggiøkinum. Tá vit hava venjingar, so samla arbeiðsmenninir bóltarnar upp dagin eftir, og bera okkum teir aftur, tí  vit hava fingið forboð at fara inn, sigur Virgar Hvidbro.

 

Víkingur vann Stórsteypadystin 2-1 á HB. Tað er fyrstu ferð í trimum royndum, at Víkingur vinnur stórsteypadystin.