FSF veit einki um matchfixing

Hóast UEFA kannar pástandir um matchfixing í dystinum millum Inter Turku og Víking, er FSF hvørki kontaktað ella kunnað um hesa kanning.

- Vit vita einki meira enn tað, ið vit lesa í miðlunum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF.

 

Hann váttar tó, at FSF hevur fingið vanligu kunningina, sum sambandið altíð fær, tá altjóða dystir verða leiktir.

 

- Vit hava fingið vanligu kunningina, og har stendur, at Víkingur skal spæla móti rumenska liðnum mánadagin, men hetta er sum sagt ein kunning, vit fáa undan øllum altjóða dystum, sigur Virgar Hvidbro.

 

Tað er rumenska liðið, FC Petrolul Ploiesti, sum Víkingur skal møta týsdagin 18. juli klokkan 19 lokala tíð, og dysturin verður spældur á leikvøllinum hjá Petrolul, Ilie Oanä, ið hevur pláss fyri 15.500 áskoðarum.