Kórið, sum telur umleið 80 fólk, syngur við til nýggjárskonsertirnar og viðhvørt eisini til aðrar verkætlanir.
- Sangarar, ið vinna sær pláss í kórinum, eru fastir kórlimir, til teir fylla 67 ár. Tá sangarar fylla 67, skulu teir til eina stemmuroynd. Verður stemmuroyndin staðin, kunnu limir halda fram í kórinum í tvey ár í senn.
Tað siga tey í Føroya Symfoniorkestri í dag. Tey vísa á, at um fólk ikki gerast fastur limur í kórinum, ber til at koma á assistentlistan hjá kórinum.
- Upptøkuroyndirnar verða hildnar í døgunum, 26.-29. mai í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Vit kunnu eitt nú bjóða sangarunum eitt tónleikaligt og listarliga sera høgt støði og luttøku á nýggjárskonsertini og í øðrum verkætlanum.
Í Føroya Symfoniorkestri vænta tey, at sangarar lesa hampiliga væl nótar og syngja ella hava sungið í kóri áður - at sangarar prioriterar at luttaka í verkætlanum hjá orkestrinum. Tey vænta eisini, at sangarar møta upp til venjingar - og at hesi fyrireika seg væl heima fyri felagsvenjingar við eitt nú ljóðfíli ella klaveri.
- Tey, sum ætla sær til upptøkuroynd, kunnu fylla út eitt blað við eitt nú navni, føðingardegi og ári, og umsóknarblaðið fáa tey við at venda sær til [email protected]. Umsóknin skal verða send aftur á hesa teldupostadressu í seinasta lagi á miðdegi hin 19. mai, siga tey í Føroya Symfoniorkestri.
Lagt verður aftrat, at tað er Alice Granum, Associate Professor at The Danish National Academy of Music, sum stendur fyri upptøkuroyndini.