Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Vilhelmi Poulsen í týsku bundesliguni, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf vóru í leiki í dag.
Hákun og liðfelagarnir vunnu á útivølli greiðan 35-28 sigur á Bergischer HC. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 17-13. Hákun var noteraður fyri eitt mál.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 36 stigum. Teir eru fýra stig aftanfyri oddaliðið, SC Magdeburg.
Hannover Burgdorf tapti tepurt á útivølli 34-35 fyri TVB Stuttgart. Heimaliðið skoraði sigursmálið við bert seks sekundum eftir á klokkuni.
Hannover er nummar níggju við 22 stigum.
THW Kiel vann ígjár uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu á útivølli 28-24 (12-10) á Göppingen.
Kiel er fjórðfremst við 34 stigum.











