Füchse Berlin hevur framvegis fult stigatal í Champions League

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir vunnu tepran sigur í Portugal

Í kvøld spældu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin sjeynda dystin í bólki A í Champions League. Og aftaná sjey dystir hevur Füchse Berlin framvegis fult stigatal.

 

Füchse Berlin vann í kvøld á útivølli tepran 38-37 sigur á Sporting Lissabon í Portugal. Í steðginum vóru berlinarnir eisini á odda við einum máli, 20-19.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndir í kvøld. Mathias Gidsel var aftur framúr fyri Füchse Berlin. Í kvøld skoraði hann 13 mál og legði upp til seks mál (assist).

 

Füchse Berlin er fremst í bólkinum við 14 stigum. Nummar tvey er Aalborg við 11 stigum.

 

Leygardagin klokkan 17 verður toppuppgerð og føroyingauppgerð í Max Schmelling høllini í Berlin, tá Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin taka ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel. Kiel er nummar trý í bundesliguni við 18 stigum, og Füchse Berlin er nummar fýra við 16 stigum. 

 

Tann dysturin sæst á Viaplay.