Fuglafjørður osar av vinnu og arbeiði

- Tá klokkan nærkast 08, sæst eisini streymur av bilum við fólki, sum koma til Fuglafjarðar at arbeiða, sigur Kristian Petersen, vinnunevndarformaður.

Kristian Petersen er nývaldur í Fuglafjarðar býráð, og tá býráðið skipaði seg við nevndum, gjørdist hann formaður í vinnunevndini. Seinasta árið hevur Kristian arbeitt á deildini hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði og partvís í Klaksvík. Fyri ta tíð var hann í stívliga fimm ár stjóri í Fiskaaling.

 

- Tað er eitt sindur serstakt at kunna ganga til arbeiðis, nú eg búgvi í Fuglafirði og arbeiði á deildini hjá Norðoya Sparikassa í býnum. Hetta er ikki tað, sum eg eri vanur við. Vanliga byrjaði yrkadagurin hjá mær við at koyra til arbeiðis og heim úr arbeiði eftir loknan arbeiðsdag, sigur hann.

 

Nýggi vinnunevndarformaðurin í Fuglafjarðar kommunu hevur annars rættiliga drúgvar royndir í bankaverðini.

 

- Eg byrjaði at læra í Føroya Banka í Havn hin 7. februar í 1977. Umframt at arbeiða í Føroya Banka í fleiri ár, arbeiddi eg eisini hjá Kaupthing Føroyar og í Eik, og eg havi eisini arbeitt nógv við vinnukundum.

 

Samfelagsligi áhugin hjá nýggja vinnunevndarformanninum í Fuglafjarðar býráði fevnir breitt, og vinnan er ein partur, sum hevur stóran áhuga. Hann fegnast um, at Fuglafjørður er so væl fyri vinnuliga - við fleiri góðum skipum heimahoyrandi í býnum, framleiðsluvirkjum og smiðjum framvið havnalagnum og ymiskum øðrum vinnuvirkjum, eitt nú á Kambsdali.

 

- Haraftrat koma øll tey størv, sum eru innan barnagarðs-og skúlaøkið, í eldrarøktini og í handils-og tænastuvinnuni. Í so máta eru vit í Fuglafirði fantastiska væl fyri, og vit hava brúk fyri, at nógv fólk koma úr øðrum heraðshornum til okkara at arbeiða.

 

Kristian Petersen vísir á, at tá klokkan nærkast 08 á morgni yrkadagar, sæst eisini streymur av bilum við fólki, sum koma higar at arbeiða, og øll skulu vera hjartaliga vælkomin. Hann fegnast eisini um tær útbyggingar, sum eru framdar og útbyggingar, sum eru í gongd.

 

Hann vísir á, at Havsbrún, sum nýliga hevur bygt goymslutunlar inni í fjallinum, nú byggir stóra goymsluhøll niðast á havnalagnum, og trolvirkið Vónin fer at byggja velduga stórt trolvirki heilt har úti á havnalagnum. Djúphavnin er júst útbygd við 60 metrum frá Pelagos-bryggjuni og inn móti útfyllingini hjá Havsbrún.

 

- Leingjanin av djúphavnini og upplandið, sum vit hava oman fyri bryggjukantin millum Havsbrún og Bergfrost, skapar eisini møguleikar fyri einari tiltrongdari bingjuhavn og einum stórum bingjuplássi. Endamálið við hesum er at skapa betri umstøður á bryggjuni og betri umstøður fyri útflutningi av fiskavørum og øðrum framleiðsluúrdráttum í Fuglafirði, sigur Kristian Petersen, vinnunevndarformaður.