At tær vóru verdugar FM heitið, sum tær ongantíð áður hava vunnið í hesi kappingini, høvdu tær væl og virðiliga víst kring landið fyrr í summar. Men tær umborð á Erlu Kongsdóttir vístu onga náði frammanfyri stóru áskoðarafjøldini.
Longu undan ólavsøkuróðrinum hevði Erla Kongsdóttir tryggjað sær FM heitið, og í dag staðfestu kvinnurnar í Fuglafirði so rudduliga, at tær eru so nógv tann besta manningin.
Bara nøkur fá tøk vóru tikin, tá ið grøni skuturin stakk seg framum hinar bátarnar, og síðani longdist tað bara.
Á Molanum var leyst millum Erlu Kongsdóttir og hinar bátarnar, og fram við stóru áskoðarafjøldini var talan um sannan uppvísningsróður hjá teimum úr Fuglafirði.
Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt. Drekastavnið var júst frammanfyri Firvaldin, Firvaldin, sum var eina hálva bátslongd frammanfyri Blik, ið var fleiri bátslongdir frammanfyri Havfrúnna.
1 Erla Kongsdóttir 04:50.22
2 Drekin 04:56.17
3 Firvaldur 04:56.20
4 Blikur 04:58.14
5 Havfrúgvin 05:09.19
Endaliga støðan
1 Erla Kongsdóttir (FM vinnari) 48
2 Drekin 40
3 Firvaldur 37
4 Blikur 28
5 Havfrúgvin 22