Fuglafjarðar Svimjifelag 30 ár

svimjifelag

Tann 11. november 1975 varð Fuglafjarðar Svimjifelag stovnað, og nú felagið hevur 30 ár á baki, verður skipað fyri ymiskum tiltøkum sjálvan føðingardagin leygardagin 12. novembur. Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við fyrireiking av føðingardegnum í nærum eitt hálvt ár.

Dagurin byrjar kl. 11 við eini stuttligari svimjikapping, har ein serlig stafett verður svomin. Fýra lið svimja um heiðurin at vinna hesa jubileumskapping, og liðini verða mannað við svimjarum frá hvør sínum áratíggjund.

Fýra svimjarar úr 70unum móti einum liði frá 80unum, einum úr 90unum og tí núverandi 1. liði.

Her eru nógv kend nøvn, men eisini teir yngru svimjarnir sleppa framat at kappast hendan dagin.

Kl. 14 verður farið oman í Mentunarhúsið, har børnini fáa døgurða og okkurt leskiligt at drekka. Kristian Martin Petersen fer at undirhalda børnini, og ætlandi verður eisini ein framsýning av myndum og filmum frá svimjitiltøkum, sum foreldur og onnur hava tikið gjøgnum árini. Tiltakið endar kl. 16.

Seinni seinnapartin kl. 17 byrjar kvøldtiltakið í Mentunarhúsinum við eini framsýning við ymsum myndum og lutum, sum sýna søgu felagsins. Kl. 18 verður døgurði. Til ber at tekna seg til døgurðan á tekningarlistum, sum liggja frammi hjá FK og Haraldsen í Fuglafirði. Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 7. novembur. Harumframt ber til at melda seg til døgurðan við at ringja til Súsannu Mørkøre á telefon 271656. Øll rundan um felagið, foreldur, gamlir svimjarar og onnur eru vælkomin. Kostnaðurin er 200 kr.