Talan er um lutir, sum uttan góðkenning frá kommununi sløðast kring um. Alt órudd skal beinast burtur til góðkendan móttakara ella móttøkupláss.
Í skrivi vísir Fuglafjarðar kommuna til kunngerðir um umhvørvisreglur, har tað stendur, at tað ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum uttanduraøki.
Sambært reglunum kann kommunan geva boð um, at órudd verður burturbeint til hóskandi stað. Um boðini ikki verða fylgd, kann kommunan beina óruddið burtur fyri eigarans rokning.
Heitt verður tískil á borgarar í kommununi um at fáa hesi viðurskifti í rættlag í seinasta lagi hin 18. august í ár.
- Eftir hetta verða tiltøk sett í verk, soleiðis at akfør og lutir verða tikin burtur av almennum støðum fyri eigarans rokning, siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.