Fuglfirðingar fulla úrtøku

Klaksvíkingar tykjast fegnari enn heimamenninir við Margáir. Úrsltið var 1-1, og meðan teir í EB/Streymi iðra seg, so fegnast gestirnir um at hava vunnið stig burtur úr torførum útidysti.

 

Liðugt

90 min.

1-1

 

 

85 min.

1-1

Framvegis tætt og spennandi, og heimaliðið hevur leikliga yvirvág.

Eftir frísparksinnlegg var Arnar Dam í góðari støðu, men Andras Gango bjargaði.

 

80 min.

1-1

Tað er sera lívligt við Margáir. Báðir partar leggja nógv fyri, og møguleikar eru í báðum brotsteigum.

KÍ hevur júst sett Kristoffur Jakobsen inn fyri Páll A. Klettskarð, og hjá EB/Streymi er Arnar Dam komin á vøllin fyri Niels Paula Danielsen.

 

70 min.

1-1: Andy Olsen 67.

Klaksvíkingar hava svarað aftur og skorað. Eftir innlegg frá Hjalgrími Elttør og stróra misskiljing millum málverjan og miðverjuna, var altíð vandamikli Andy Olsen á rætta staðnum í røttu løtuni og setti bóltin í málið. Nógvu KÍ viðhaldsfólkini fegnast, og teir í EB/Streymi, sum hava lúrt eftir skjótálopum, mugu nú leggja til rættis av nýggjum.

KÍ unglingin Petur Andreasen er komin á vøllin í staðin fyri álopsspælaran Bárður J. Heinesen.

 

60 min.

1-0

EB/Streymur leggur nú meiri dent á verjupartin. Tað sæst eitt nú í, at Sorin Anghel er fluttur longri aftur, so hann nú spælir stutt frammanfyri Egil á Bø og Marna Djurhuus.

 

 

55 min.

1-0

KÍ hevur flutt fólkið longri fram á vøllin, so Bárður J. Heinesen ikki er so einsamallur í fremstu røð. Hetta hevur borið við sær, at heimaliðið er komið undir trýst. At klaksvíkingar eru fremri á vøllinum, enn teir vóru, so ber tað betri møguleikar hjá heimaliðnum at fara í skjótt álop.

Philit Djordjevic hevur loyst Álv F. Christiansen av á KÍ liðnum, og umskipingarnar bera m. a. við sær, at Hjalgrím Elttør er fluttur úr verjukenda miðvallarplássinum og longri fram á vøllin.

 

Hálvleikur

45 min.

1-0: Arnbjørn Hansen 45.

Eftir innlegg frá Leif Niclasen hevur Arnbjørn Hansen við høvdinum sent bóltin í málið, tá ið málslúkurin fekk høvdið upp um KÍ miðverjan.

Síðstu løtuna hevur tað gingið javnt á. Støðið í spælinum er einki at rópa hurrá fyri, men báðir partar hava víst stóran vilja.

Stutt undan leiðslumálinum var um reppið, at KÍ skoraði eftir deyðbólt, men stútarin hjá miðverjanum Sørmundi Kalsø fór dygst framvið stólpanum.

 

40 min.

0-0

KÍ hevur nú megnað at brotið ígjøgnum í vinstra borði, men tað spurdist einki burturúr innlegginum frá Heðini á Lakjuni.

 

 

35 min.

0-0

Arnbjørn Hansen hevur havt besta møguleikan, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru smekkaði til beinanvegin. Bólturin brast í stólpan og fór so umvegis Andras Gango í KÍ málinum út til hornaspark.

Heimaliðið er leikliga greitt omaná, meðan klaksvíkingar stríðast fyri at halda tørn. Higartil hevur tað eydnast, men tað tykist sum um, at mál til heimaliðið kennist í góða várveðrinum!

 

30 min.

0-0

Heimaliðið er væl vandamiklari í luftspælinum, og tað hevur borið onkra vandamikla støðu við sær eftir frísparksinnlegg.

Marni Djurhuus hjá EB/Streymi hevur sæð gult fyri at steðga KÍ í mótálopi. Klaksvíkingar liggja so mikið aftarlaga, at tað ikki eru góðar fyritreytir hjá Bárði J. Heinesen, sum er einsamallur á toppinum.

 

 

15 min.

0-0

Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar, og báðir partar hava havt ilt við at varðveita bóltin niðri á vøllinum.

 

5 min.

0-0

 

EB/Streymur-KÍ kl. 15.00

Dómari: Georg N. Rasmussen

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jónhard Frederiksberg - Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Leif Niclasen - Niels Pauli Danielsen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

KÍ: Andras Gango - Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Páll A. Klettskarð - Álvur F. Christiansen, Bárður J. Heinesen, Andy Olsen

 

 

--

Liðugt!

 

90. min.

0-2

Dómarin hevur lagt seks minuttir aftrat. TB málverjin Ivan Stojkovic er farin skaddur av vøllinum, og Óli Johannesen er farin í TB málið. Alt bendir á, at víkingarnir fara norður um aftur við fullari úrtøku.

 

70 min.

0-2: Bárður Hansen

Alt bendir á, at tað vera gestirnir og favorittarnir í Víkingi, sum fara at vinna øll stigini. Eftir skotroynd og hálvbjarging, so setti vongverjin í høgru Bárður Hansen bóltin í málið.

 

60 min.

0-1: Atli Gregersen br 60.

Víkingur legði bragdligari fyri eftir hvíldina, og nú hava teir við brotssparki lagt seg á odda.

 

 

Hálvleikur

45 min.

0-0

Síðsta korterið hevur Víkingur havt takið á miðvøllinum, og tað hevur eydnast gestunum at spæla seg ígjøgnum í báðum borðum, men tað er málleyst, nú teir eru farnir at hvíla seg.

 

 

35 min.

0-0

Víkingur hevur gott tak á verjuspælinum, og síðstu løtuna hava gestirnir bjóðað væl meiri av longri frammi á vøllinum.

 

25 min.

0-0

TB hevur fyrra partin av 1. hálvleiki verið meiri á bóltinum, og einar tvær ferðir hevur verið um reppið, at mál er komið burturúr. Víkingarnir hava ligið aftarlaga, og teir tykjast bíða eftir møguleikanum at fara í skjót álop.

 

TB-Víkingur kl. 14.45

Dómari: Rúni Gaardbo

 

--

 

Liðugt!

 

90 min.

4-0: Símun Samuelsen

Hóast Fróði Benjaminsen varð vístur av vølli eftir seinna gula kortið, so hefti tað ikki fyri hjá HB, sum vann 4-0. B68 hevði onga roynd innanfyri málkarmin hjá Teiti Gestsson, og harvið smurdi HB toftamenn av!

 

75 min.

3-0: Andrew av Fløtum

Tað gongur ikki væl hjá B68, sum undan kappingarbyrjan hevur styrkt seg við fleiri spælarum. Eftir uppspæl frá Jógvan Skeel Nolsøe, hevur veteranurin Andrew av Fløtum økt um leiðsluna, sum nú er 3-0, og tað kann væl vera, at fleiri mál fara at koma!

 

60 min.

2-0: Fróði Benjaminsen

Eftir hornasparksinnlegg og aftur og fram og hálvbjarging frá Hans Jørgensen, so var tað HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen, ið setti bóltin í málið.

B68 hevur higartil einki víst í álopspartinum, og tað er ilt at ímynda sær, at toftamenn skulu svara aftur.

 

 

55 min.

1-0: Christian R. Mouritsen

So hevur HB fingið úrtøku úr stóru yvirvágini, sum hevur verið tann sama eftir steðgin.

Málið skoraði Christian R. Mouritsen við fínum skoti av brotsteigarmarkinum.

 

 

Hálvleikur

45 min.

0-0

Toftamenn eru ivaleyst væl nøgdir við, at tað framvegis er málleyst, meðan heimamenninir iðra seg um, at teir ikki hava fingið úrtøku úr yvirvágini.

 

40 min.

0-0

HB er leikliga greitt oman á, og heimaliðið hevur havt stórar møguleikar, men higartil hevur ikki eydnast at fáa mál.

 

20 min.

0-0

Hóast tað er málleyst, so hava fleiri málmøguleikar verið. Heimaliðið er nú greitt omaná, meðan tað hevur verið meiri óskipað hjá toftamonnum.

 

10 min.

0-0

 

HB-B68 kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Gestsson - Tróndur Jensen, Vagnur Mohr Mortensen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos - Jógvan Skeel Nolsøe, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

B68: Hans Jørgensen - Niklas Joensen, Johan Dávur Højgaard, Remi Langgaard, Einar T. Hansen - Dánjal Pauli Højgaard, Ndende Adama Guéye, Jústinus R. Hansen, André Olsen, Bjarki Johannesen - Christian Høgni Jacobsen

 

---

 

Liðugt!

 

90 min.

2-1: Simon Skibssted 89.

Tað er gott lag í ÍF leguni. Eftir tætt og ikki serliga sannførandi leikligt avrik so eydnaðist tað fuglfirðingum at skora sigursmálið stutt undan leikloki.

 

80 min.

1-1

ÍF er leikliga omaná, men tað er framvegis javnt. Bæði liðini hava skorað. Jann Martin Mortensen legði NSÍ á odda, og síðani javnaði Bartal Eliasen við stútara eftir frísparksinnlegg.

 

 

60 min.

0-0

ÍF hevur havt leikliga yvirvág fyrsta korterið av 2. hálvleiki, men higartil hevur tað ikki eydnast fuglfirðingum at skora.

 

 

Hálvleikur

45 min.

0-0

Gongdin hevur verið tann sama síðstu løtuna, sum hon var fyrsta partin av hálvleikinum. Líkindini eru sera góð í Fuglafirði.

 

40 min.

0-0

Heimaliðið eigur mesta trýstið, men talan er ikki um skipað spæl, og hvørgin parturin hevur megnað at skora mál.

 

25 min.

0-0

Málmøguleikarnir hava verið fáir og smáir, og talan hevur ikki verið um serliga nógv samanhangandi fótbóltsspæl.

 

10 min.

0-0

Higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

 

ÍF-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ellingsgaard - Frank Poulsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Dánjal á Lakjuni - Clayton Soares, Simon Skibsted

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad H. Jcobsen, Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen - Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Arnhold, Debes Danielsen - Klæmint A. Olsen, Magnus Olsen