Fuglfirðingar iðraðu seg

NSÍ-ÍF 0-2 (0-1):

Brostna vónin um at vera við í fremstu røð kastaði skuggar yvir síðsta sigurin

 

2. deild


Fuglfirðingar vunnu bronsumerkini í næstbestu deildini, tá teir leygardagin vóru í Runavík. Úrslitið var 2?0, og tað vóru brøðurnir Bárður og Høgni á Lakjuni, sum skoraðu málini.

Bárður á Lakjuni skoraði tíðliga í 1. hálvleiki. Bárður hevur sera góð evni at spæla bólt. Hann hevur góðan bóltførleika og gott fótbóltsskil, men hann hevur í fleiri ár ikki verið førur fyri at gera fulla nyttu av góðu evnunum, tí hann hevur verið so nógv skaddur. Málið í 6. minutti kom eftir horna úr høgru: Bárður sendi innfyri, bólturin kom út aftur í høgru, og Bárður, sum var komin nakað inn í brotsteigin, smekkaði til.

NSÍ var ikki so lítið við seinna partin av fyrra umfarinum. Fróði Jóanesarson, sum saman við veteraninum Sverra Justinussen var í álopinum, hevði eina góða roynd, men fyrrverandi NSÍ málverjin, Rúni Joensen, bjargaði. Í hinum endanum var nógv trýst, og Jákup Emil Hansen í NSÍ málinum hevði onkrar góðar bjargingar. Men ofta restaði tað síðsta hjá fuglfirðingum. Veteranurin í NSÍ verjuni, Oddfríður Gaardbo, kom aftur og aftur ímillum, og so vóru nógvar skotroyndir hjá ÍF sera óneyvar.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti ÍF og gjørdi harvið greitt, at teir høvdu gjørt sítt, um tað skuldi kiksað hjá TB ella Skála. Høgni á Lakjuni var púra blankur fyri málinum, eftir at innlegg var komið úr høgru.


Vónbrotnir

Fuglfirðingar vóru ikki serliga spentir. Tá dysturin byrjaði vóru ógvuliga fáir ÍF áskoðarar kring vøllin. Teir fjølgaðust nakað, men tað var týðuligt, at vónin um uppflyting ikk var har.

? Vit vóru fremstir inntil næstsíðsta umfarið, og tá stóð tað upp til okkum at avgera. Men so taptu vit á heimavølli ímóti Skála, og tað var avgerandi, staðfesti ÍF venjarin, Pauli Jarnskor, og tað var væl skiljandi, at hann var vónbrotin. Í 14. umfarinum hevði hann sæð sínar spælarar vinna 6?0 á TB, sum nú er í 1. deild.

? Tað er einki annað at gera enn at herja á aftur eftir ársskiftið, sigur Pauli Jarnskor, sum hevur tvey ára sáttmála við ÍF.

Tað hevur ljóðað, at onkrir av fuglfirðingunum, sum hava spælt við øðrum feløgum í 1. deild í ár, skuldu koma aftur til Fuglafirðar, men nú verður tað av ongum. Fótbólturin í fremstu røð í Fuglafirði verður ikki á skránni fyrrenn í 2002 ? í fyrsta lagið!

Eykamenninir hjá NSÍ hava væl og virðiliga tryggjað sær nýtt atgongumerki til næstbestu deildina. Hvat hesum viðvíkur kunnu teir ikki annað enn vera nøgdir í Runavík.