Fuglfirðingar tómhentir av Sevmýri

ÍF hevur einki í stigaposanum, nú teir eftir at hava vitjað TB á Sevmýri eru á veg norður aftur við Smyrli.

TB vann 4-2, eftir at heimaliðið á Sevmýri í 1. hálvleiki í ikki serliga góðum líkindum hevði spælt ÍF sundur og saman. TB var á odda 3-0 eftir 1. hálvleik. Sasa Jovanovic, sum var sera eyðsýndur, setti hol á eftir lítið korter, og hann økti um munin eftir stóran hálvan tíma. Tríggjar minuttir undan steðginum skoraði Olivur Abrahamsen til 3-0.

Eftir hvíldina var ÍF væl betri við. 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, tá ið Nenad Saric minkaði um munin, og tríggjar minuttir fyri leiklok kom rættiligur spenningur í, tá ið Høgni Zachariassen minkaði um munin til 3-2. Síðstu lítlu løtuna hevði ÍF tvær ferðir bóltin í TB málinum, men dómarin kolldømdi bæði málini. Í yvirtíðini staðfesti Olivur Abrahamsen 4-2 TB sigurin á ÍF.