Fuglfirðingar vunnu fyrstu finaluna

Flogbóltsmenninir hjá ÍF vunnu fyrstu finaluna um føroyameistaraheitið í kvøld. Sigurin á Kambsdali var uppiborin. Úrslitið var 3-1. Sørvingar vóru væl við í løtum av dystinum, men fuglfirðingar vóru omaná, tá mest stóð á.

 

Jón Joensen, SÍ, fílist á, at spæligleðin vantar hjá teimum.

 

- Moralurin er heilt einfalt ein trupulleiki hjá okkum. Tað mest positiva hjá okkum í kvøld var, at vit vunnu triðja settið, tá teir vóru á odda 2-0. Men stríðshugurin hjá okkum í mótgongd er ikki nóg góður, og tað er munurin á liðnum, heldur Jón Joensen fyri, sum kortini hevur góðar vónir til næsta finaludystin leygardagin.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------

 

ÍF - SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 26-28, 25-14)

 

4. SETT - 3-1, 25-14

 

25-14: ÍF hevur vunnið fyrstu finaluna um føroyameistaraheitið.

22-14: SÍ hevur vunnið sær nøkur stig upp í slag nú, men munurin er ov stórur, og tað er eingin ivi um, at ÍF fer at vinna henda dystin.

20-10: ÍF er fimm bóltar burtur frá sigrinum nú.

17-10: Heimaliðið tykist hava tamarhald á støðuni.

14-7: Fuglfirðingar økja bara um munin nú, og tað er líkt til, at teir fara at vinna hetta settið.

10-7: ÍF er á odda nú.

4-4: Tað stendur á jøvnum nú.

0-1: SÍ hevur vunnið sær fyrsta stigið í fjórða setti.

 

3. SETT - 2-1, 26-28

 

26-28: SÍ vinnur hetta settið. Sørvingar eru við aftur nú.

26-26: Liðini skiftast at vinna sær eitt stig.

25-25: Talan er um gysara í Kambsdali nú.

24-24: ÍF vinnur handa bóltin og vinnur seg samstundis upp á javnt.

23-24: Settbóltur til SÍ.

22-23: Sørvingar eru á odda nú, og fuglfirðingar hava tikið time-out.

22-22: SÍ ger eina seinastu roynd nú at halda lív í vónini, at tað fer at eydnast at vinna henda dystin.

22-20: Fuglfirðingar hava munin nú.

19-19: ÍF vinnur sær eitt stig, og nú stendur á jøvnum.

16-16: Nú stendur á jøvnum í Kambsdali. Tað er um hetta mundi í hvørjum setti, at SÍ hevur latið fuglfirðingar farið avstað. Spurningurin er, um sørvingar klára at halda tørn hesaferð.

12-14: SÍ er á odda nú.

10-10: Kravið til sørvingar er greitt, teir skulu vinna hetta settið, um ÍF ikki skal fara avstað við sigrinum. SÍ leggur nógv fyri nú.

8-6: Fuglfirðingar eru omaná enn.

4-2: ÍF er byrjað væl.

0-1: SÍ vinnur fyrsta stigið í hesum settinum.

 

2. SETT - 2-0, 25-19

 

25-19: ÍF vinnur hetta settið eisini. Fuglfirðingar tykjast hava sálarliga yvirskotið, tá settini nærkast endanum. SÍ spælir væl í løtum, men sørvingar gera ov nógv mistøk í løtum, og tað hevur heimaliðið gagnnýtt.

22-19: Tað er líkt til, at fuglfirðingar vinna annað sett eisini.

18-17: SÍ roynir at svara aftur nú.

17-14: Nú fer heimaliðið frá gestunum.

13-13: Gongdin er tann sama, liðini togast um at hava leiðsluna.

10-10: Nú stendur á jøvnum á Kambsdali.

6-9: SÍ hevur munin nú.

4-4: Undirhaldið er gott á Kambsdali. Liðini eru væl uppløgd, spælið er væl skipað og leikferðin er høg.

2-3: SÍ er á odda nú.

1-0: ÍF vinnur fyrsta stigið í øðrum setti.

 

1. SETT - 1-0, 25-22

 

25-22: So bragdaði hjá ÍF, sum vinnur fyrsta sett. SÍ legði bragdliga fyri og vóru eitt skifti á odda við seks stigum. Heimaliðið ressaðist kortini skjótt.

24-22: SÍ ger eina seinastu roynd nú. Gestirnir hava vunnið trý stig upp í slag nú.

22-19: Heimaliðið er bara trý stig frá at vinna fyrsta settið.

20-18: ÍF er á sigurskós nú, men munurin er lítil og eingin.

17-17: Støðan er tann sama.

15-15: Liðini togast um at hava leiðsluna nú.

13-12: SÍ rann undan fyrstu løtuna, men fuglfirðingar hevur funnið fótafestið nú. Sørvingar hava tikið time-out.

9-11: Fuglfirðingar hava fingið fýra stig upp í slag nú.

5-11: Gestirnir úr Sørvági eru væl upplagdir og omaná í løtuni.

3-7: SÍ hevur lagt bragdliga fyri á Kambsdali í kvøld. ÍF hevur tikið time-out.

2-3: Ein jøvn byrjan.

1-0: Bartal Eliasen tryggjar fuglfirðingum fyrsta stigið í kvøld.

 

Undan dystinum:

 

Tað kom óvart á fuglfirðingar, at SÍ gav teimum dygga mótstøðu í steypafinaluni í februar. ÍF er enn ósigrað í hesum kappingarárinum, men tað var um reppið, at sørvingar stjólu steypasigurin frá oddaliðnum. Tað eydnaðist kortini ikki tá avtornaði. Men steypafinalan var góð fyrireiking hjá fuglfirðinum, nú føroyameistaraheitið skal tryggjast. Tað heldur Bartal Eliasen úr ÍF.

 

- Vit væntaðu ikki, at teir fóru at lesa okkum so væl av, sum talan var um. Vit hugdu at finaluni týskvøldið, og vit spældu ikki so illa, sum vit mettu frammanundan. Teir spæla hinvegin sera væl. Eg vænti ikki, at teir spæla betri í kvøld enn í steypafinaluni, sigur Bartal Eliasen.