Fuglur undir illgruna fyri at njósnast

Turkisku myndugleikarnir hava slept einum falki leysum, sum teir hildu njósnast fyri Ísrael.

Fuglurin, sum er av slagnum falco tinnunculus – á føroyskum nevndur grýtissmyril – varð funnin í Elazig har eysturi í Turkalandi, skrivar The Independent.

Turkar fingu illlgruna um, at smyrilin kundi vera njósnari, tí á bandi, hann hevði undir fótinum, stóð "24311 Tel Avivunia Israel".

Sovorðin bond verða ofta brúkt til at fylgja við, hvussu fuglur ferðast. Men íbúgvarnir lótu kortini myndugleikunum fuglin.

Síðan varð falkurin røntgenkannaður, og staðfest varð, at hann ikki var njósnari fyri ísraelsku fregnartænastuna. Grýtissmyrilin varð tí latin leysur og slapp at flúgva frítt aftur.

(Mynd: Polfoto)