Neistin-Kyndil 25-33 (13-14)
Tað var sum bara í løtum, at Neistin veruliga hótti Kyndil í dag. Fyrstu løtuna av dystinum tóktist talan veruliga skula gerast um sorl, men tá Janus Einar Sørensen eina løtu mátti á beinkin at hvíla seg, fekk Neistin í størri mun spælt seg inn um grønu verjuna.
Teir megnaðu eisini at leggja seg á odda eitt skifti, men undan steðginum svaraði Kyndil aftur.
Og tó at tað fyri tað nógva leikaði javnt á eftir steðgin, so tóktist Kyndil alla tíðina at hava størra yvirskotið. Og um miðjan hálvleikin skrædnaði eisini veruliga millum liðini. Sum seinastu minuttirnir gingu, tóktist sjálvsálitið at hvørva púrasta úr teimum bláu, sum framdu hópin av mistøkum. Og uttan stórvegis samkenslu vórðu hesi revsað av einum Kyndils-liði, sum veruliga tykist hava funnið FM-formin fram, nú ein møgulig FM-finala av álvara tykist nærkast.
Besti málskjútti hjá Neistanum var Áki Mørk, sum skeyt 8 mál. Høgni Klein skeyt 11 av málunum hjá Kyndli.