Floksting
Eins og vanligt er, skrivaði Tjóðveldi eina yvirlýsing á flokstinginum, sum flokkurin helt í Skálavík í vikuskiftinum, 20. og 21. mars.
Í yvirlýsingini ásannar flokkurin, at Føroyar politiskt eru í einum vakum, sum tikið verður til.
- Vit hava fyri aðru ferð í nýggju øldini fingið eina heimastýrisstjórn, sum einki greitt mál hevur á nøkrum øki. Hvørki innan fiskivinnu, vinnulív, sosiala økið, mentanarøkið, ei heldur innan uttanríkisøkið er nøkur kós at síggja. Ongar avgerðir verða tiknar, og størsti parturin av virkseminum hjá politisku skipanini er at seta danskar lógir í gildi fyri Føroyar, og annars í politiska gerandisdegnum at destabilisera tað, sum vunnið er í tjóðarbyggingini.
Flokkurin sigur, at hetta hendir, samstundis sum tørvurin er alneyðugur á nýggjum leiðum og grundleggjandi broytingum til tess at vinna á okkara egnu bygnaðartrupulleikum og avleiðingum av altjóða fíggjarkreppuni.
Í síni yvirlýsing sigur flokstingið:
* Fiskivinnupolitikkur er eingin – í mesta lagi partapolitiskar ásetingar og útgjarðingar. Stovnsrøkt er ikki til, og als eingi politisk átøk verða gjørd fyri at skapa karmar um eina meira effektiva fiskivinnu og fyri at gera høvuðsvinnuna til støðuga grundarlagið undir einum sjálvberandi búskapi og sjálvstøðuga statinum.
* Innan umhvørvið verður onki gjørt - og avleiðingin er, at CO2 útlátið í staðin fyri at lækka, støðugt økist. Hetta ger, at føroyska samfelagið um fá ár rennir seg fast í hækkaðum útreiðslum til olju, og vantandi uppfylling av altjóða treytum.
* Innan sosiala økið verður einki gjørt, í frægasta lagi politisk eldsløkking, og avleiðingin er, at tey, ið mest hava tørv á stuðli, verða harðast rakt av teirri kreppu, sum herjar.
* Innan uttanríkisøkið verður einki gjørt - og úrslitið er, at tann sera átroðkandi spurningurin um støðu Føroya í tí europiska samstarvinum enn einaferð er parkeraður í eini embætismannanevnd.
* Innan mentanarøkið verður einki gjørt, ráðaloysi valdar - og avleiðingin er, at útlendska koloniseringin av føroyskari mentan ongantíð hevur verið so umfatandi sum nú.
Einasta mál samgongunnar er "stabilitetur". Men hugsanin tykist vera, at vit fáa stabilitet við einki at gera.
Tað er ikki rætt. Hesin ikki-politikkur hevur við sær stagnatión og afturgongd í samfelagnum.
Upp ímóti hesum setir Tjóðveldi ein politikk, sum kann føra Føroyar fram til eitt samhaldsfast, sjálvstøðugt og kappingarført land, sum verður rikið á burðardyggum grundarlag og hevur eitt trygt pláss í tí evropiska samstarvinum.
Aðalsúlurnar undir hesum politikki eru:
* At føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð til tess at taka beinleiðis lut í øllum altjóða samstarvi og taka ábyrgd av okkara búskapi.
* Eitt samhaldsfast samfelag, har breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, og har øll skattainntøka ikki verður tikin av lønum, men eisini av nýtslu- og umhvørvisgjøldum.
* Ein fiskivinnupolitikkur, har politiska stýringin verður steðgað, og vinnan í staðin sjálv kann finna fram til ta mest optimalu driftina innan karmarar av einum fiskidagabanka, har handlaðu rættindini verða ásett samsvarandi lívfrøðiligum tilráðingum.
* Heilt nýggjar leiðir í umhvørvis- og orkupolitikki.
* Ein ábyrgdafullur sosialpolitikkur, har eingin borgari verður sæddur sum ein trupulleiki, ið skal sendast av landinum.
* Ein mentanarpolitikkur, har føroysk mentanartilboð - herundir tilboð í út- og sjónvarpi - verða dubbað soleiðis, at tey kunnu standa seg í kappingini við útlendsk tilboð.
* Ein uttanríkispolitikkur, har Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, leysar av tí heftni, vit í dag eru partar av, verða við í bindandi evropeiskum samstarvi.
Tjóðveldi leggur í síni yvirlýsing dent á, at stundin er nú komin hartil, at full ferð verður sett á fullveldisgongdina aftur fyri at røkka teimum amboðum, sum gera okkum før fyri at agera í alheiminum á javnbjóðis fóti.
- Hetta vil ein meiriluti av fólkinum, ein meiriluti av teimum fólkavaldu, og partapolitiskar samstarvsforðingar eiga ikki longur at læsa okkum burtur frá evsta málinum hjá øllum tjóðum, sigur Tjóðveldi í síni yvirlýsing.