Triðja dystin upp í slag fekk TB fult, og hevur aldorsforsetin nú lagt seg einsamallan á odda í næstbestu mansdeildini.
Hesaferð var tað KÍ, sum vitjaði, og tað skerst ikki burtur, at tað kann kennast møtumikið, tá ferðast skal um tað mesta av landinum undan einum dysti.
Og í øllum førum tóktist teir á heimaliðnum betri upplagdir til dystin leygardagin, men teir máttu bíða til dygst undan steðginum, áðrenn teir fingu nakað burtur úr greiðu yvirvágini.
Í seinna hálvleiki gekk tó skjótari at koma á rætta lagið. Dan Mortensen skoraði mest sum alt fyri eitt, og tá Kaj Roest stutt eftir økti til 3-0, var leyst og liðugt hjá heimaliðnum. Partarnir báðir fingu tó eitt mál afturat í part, men hesi høvdu lítið annað enn kosmetiskan týdning.
TB-KÍ 4-1 (1-0):
1-0: Eyðun Svalbard
2-0: Dan Mortensen
3-0: Kai Roest
4-0: Kaj Roest
4-1: Fríðin Ziskason