Fullberg góðan fiskiskap

Rækjutrolarin Fullberg hjá JKF Trol og øðrum hevur góðan fiskiskap í Eysturgrønlandi

 

Rækjutrolarin Fullberg hjá JKF Trol og øðrum hevur góðan fiskiskap í Eysturgrønlandi. Fullberg er einasti føroyski trolarin í Eysturgrønlandi í løtuni og teir rokna við at hava fiskað kvotuna upp tá hendan vikan er úti.

Fullberg hevur roynt í góðar 14 dagar og hevur umleið 90 tons inni. Í Eysturgrønlandi eru eisini nakrir norskir rækjutrolarar.