Fullkomuliga hol í høvdið

At Tekniski Skúli í Tórshavn av Mentamálaráðnum er kravt at spara 3,2 mill. kr. við teirri fylgju, at m.a. 45 næm. færri verða tiknir inn til SIT-Bil , SIT-Hár og SIT-Byggitøkningar, 3 lærarar verða uppsagdir og spart verður upp á viðlíkahald má sigast at vera fullkomuliga hol í høvdið.

Dagfinnur Danbjørg

Tí júst í krepputíðum við arbeiðsloysi ræður um at bjóða teimum ungu útbúgvingar, í staðin fyri at lata tey fara úr fólkaskúlanum til onki, og at skapa og varðveita arbeiðspláss m.a. við viðlíkahaldsarbeiði.
At tílíkt kann koma fyri í einum samfelaga ,har tosað verður í álvara um at lata nøkrum fáum 100-tals mill. kr. av felagsognini, meðan aðrar 100-tals mill. kr. í mvg- og skattaeftirstøðu eru friðhalgaðar, er ovboðið.