Sjey fólk doyðu, tá ein fullur bilførari rendi inn á fólk, sum stóðu og bíðaðu eftir einum bussi í vestara parti av Moskva í dag. Sambært løgregluni koyrdi maðurin 200 kilometrar um tíman, tá hann misti harradømið á bilinum.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at trý av teimum deyðu vóru millum 14 og 16 ára gomul. Hini vóru tilkomin fólk. Fýra fólk fingu skaða, og eitt teirra varð flutt á sjúkrahús.
Tíðindastovan Interfax skrivar, at bilførarin er tikin. Tað er ikki greitt, um hann er millum teirra, sum fingu skaða.