Fullveldi er ikki ein spurningur um pengar

Klaksvíkingurin Jákup Mikkelsen heldur fyri, at búskaparligu argumentini bert eru foringar fyri fullveldi, sum í veruleikanum einki hevur við pengar at gera, heldur hann

 

Millum tey, sum tóku orðið á landsfundi Fólkafloksins var Jákup Mikkelsen úr Klaksvík. Navnin hjá kenda málmanninum tosaði einamest um ríkisrættarligu viðurskiftini, og tað var heilt greitt, at hetta er eitt evni, sum liggur honum rættiliga nær.

 

Á fundinum nýttan høvi til at skjóta upp, at Fólkaflokkurin stillar upp saman við Tjóðveldisflokkinum, og hetta kundi verið undir navninum hjá Sjálvstýrisflokkinum, tá ið lógin ikki heimilar listasamgongum.

 

Hann talaði greitt fyri, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin skuldi finna saman aftur eftir næsta val, og Javnaðar- og Sambandsflokkurin koma slett ikki upp á tal, men hann segði einki um Sjálvstýrisflokkin.

 

-Sjálvstýri er ein spurningur um ábyrgd. Tað er absurd at seta treytir við sjálvstýri. Pengar hava heldur einki við sjálvstýri at gera, sigur Jákup Mikkelsen, sum eisini fekk onkra viðmerking frá fleiri av oddamonnunum í flokkinum.

 

-Pengarnir binda okkum niður í fullveldisspurninginum, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Hann rósti eisini leiðsluni í flokkinum fyri at ganga røttu leið innan fullveldismáli, men lat onga iva vera um, hvønn vong í flokkinum, hann hoyrir til.