Fult álit á Johan Dahl

- Eingin sigur at løgtingsgrannskoðarar eru tann ævigi sannleikin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur lisið ”óvanliga harðligu” frágreiðingina um Strandferðsluna

- Eingin sigur at løgtingsgrannskoðarar eru tann ævigi sannleikin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur lisið ”óvanliga harðligu” frágreiðingina um Strandferðsluna.

 

Hóast løgtingsgrannskoðararnir hava hvassar atfinningar móti handfaringini hjá Johan Dahl av fíggjartrupulleikunum hjá Strandferðsluni, so hevur løgmaður framvegis fult álit á sínum landsstýrismanni. Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen greitt í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum.

 

- Tað er einki í frágreiðingini sum ger, at eg havi mist álitið á Johan Dahl, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við útvarpið.

 

Í frágreiðing, sum løgtingsgrannskoðararnir løgdu fyri løgtingið í gjár, verður hvassliga átalað, at landsstýrismaðurin ikki kunnaði løgtingið ella bað løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

 

Í samrøðuni við útvarpið sigur løgmaður soleiðis um frágreiðingina:

 

- Eftir at hava lisið frágreiðingina dugi eg at síggja, at talan er um eina keðiliga frágreiðing, sum er harðliga orðað. Eg vil siga, at hon er óvanliga harðliga orðað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Løgmaður ger tó einki við hvøssu atfinningarnar:

 

- Tað er eingin, sum sigur, at løgtingsgrannskoðarar eru tann ævigi sannleikin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini hevur frágreiðingar frá Vinnumálaráðnum at halda seg til.

 

Hann vísir í sama viðfangi á, at málið longu hevur fingið avleiðingar, umframt at mannagongdir eru broyttar.

 

Stjórin á Strandferðsluni varð sagdur úr starvi í kjalarvørrinum á fíggjarstøðuni. Sambært Vinnumálaráðnum er Strandferðslan nú knýtt í Búskaparskipan Landsins, umframt at serlig innrapportering er skipað til Vinnumálaráðið.

 

Les eisini: Eingin gjørdi sína skyldu

 

Øll frágreiðingin frá løgtingsgrannskoðarunum kann lesast við at TRÝSTA HER.