V/ Summar Festivalurin
Steintór Rasmussen
Nei, Leif Láadal. Vit skjóta ikki journalistin, men um so var, er besti skjøldurin greiður og rættur tíðindaflutningur, soleiðis at misskiljingar ikki spyrjast burturúr. Og best hevði eisini verið, um vit sluppu undan at rættleiða ein journalist, sum roynir at selja gomul tíðindi.
Tey mongu túsund fólkini, sum vitjaðu Summarfestivalin í fjør og í ár, munnu vita, at orðini um Føroya størstu uttandurabarr er skeiv vørulýsing, hóast reklaman er at liva við.
Í fleiri ár hevur tað verið skonkt øl til nógv ymisk tiltøk her á landi, og tískil sá Summarfestivalurin (og ivaleyst eisini løgreglan) millum fingrarnar, at eitt ítróttarfelag í góðveðrinum í fjør summar skonkti inni á økinum. Men eftir nógva umrøðu í fjølmiðlunum, um at løgreglan vendi blinda eygað til slíkt lógloysi, valdi fútin í ár at stramma upp og fáa trupulleikan viðvíkjandi skonking til ta røttu adressuna - politikararnar.
Ístaðinfyri at provokera hevur Summarfestivalurin varðveitt góða samstarvið við myndugleikarnar og valt ikki at skonkja, so leingi sum viðurskiftini ikki eru komin í rættlag.
Tí er tað misvísandi og eisini órættvíst mótvegis teimum, sum hava skonkt sterkt í stórum mongdum í nógv ár, um Summarfestivalurin fær ivasama heiðurin frá Leif Láadal at eiga Føroya størstu uttandurabarr og kanska koma í metárbókina fyri 2005.
Annars skal Leif hava tøkk fyri, at evnið um almenna útskeinking nú aftur er á breddanum. Serliga áhugavert var at hoyra, at sjálvur varafútin, Finn Ougaard, inniliga heitur á politikararnar um at geva møguleika til, at skonkt verður til einstøk tiltøk í framtíðini.
At ein journalistur velur eina lunkaða uppafturtøku ístaðin fyri at svølgja eina hóskandi umbering, kann Summarfestivalurin liva við. Tað er heldur ongin orsøk at skeinkja so nógv í glasið, at tað flýtur yvir.