Ummæli
Dorit Hansen
Tað munnu vera fá við tilknýti til brøðrasamkomurnar, sum ongantíð hava verið á samfelagsmøti. Hjá mær sjálvari knýta møtinini seg til minnir um árligar havnatúrar í køldum novemberveðri saman við festligum vinkonum. Nógv vóru møtini, sum vit skuldu á, men líka nógv tíð varð brúkt til at gera okkum lekrar á kamari á Hotel Hafnia.
Eitt sindur er broytt, síðani vinkurnar fóru havnatúr. Genturnar eru eldar, og møtini yngd. Kórsangurin er meira varieraður, ljóðførini fleiri og ljóðið er betri, og flestu talarar tykast betri fyrireikaðir og og minni hartrópandi.
Men nógv er tað sama. Tíbetur eru tað framvegis teir góðu gomlu sangirnir um tørvin á frelsu og um vónina í tómu grøvini. Sangir, sum tað tekur eina løtu at syngja, og har øll syngja hart og væl uttan dans og róp.
Boðskapurin um, at øll menniskju eru syndarar og tørva frelsu og fyrigeving er eisini tann sami, og kjarnan í samfelagsmøtunum er framvegis samfelagið. At vera saman við øðrum trúgvandi og at kenna Gud í samveru við onnur.
Amen, geisp og buh
Brøðramøtir eru rættiliga friðarlig í mun til nógv onnur sløg av evangeliskum møtum. Fólk lurta í frið og náðum, og tey ósøgdu amen’ini eru nokk væl blandaði við bæði buh og geisp inni í nógvum høvdum.
Ein tryggur leverandørur í fundamentala gleðisboðskapinum við livandi myndum og greiðum orðum er trúðboðarin, Símun í Túni. Eg minnist eina talu, hann helt fyri fleiri árum síðani um munin millum eitt pyntað jólatræ og eitt rótfest fruktaríkt træ. Í ár var boðskapurin um náðina, og myndin um Luther og bønartrappurnar í Rom fer sikkurt at fylgja mær líka leingi sum pyntaða jólatræið.
Tað eru sjálvandi eisini minni væleydnaðar talur, onkuntíð eru orðini og setningarnir so væl kend, at tey ikki longur hava meining. So siti eg og geispi og vóni, at tað er nýtt fyri onkran. Men tá hartrópandi talarar blanda tómar flosklar við høpisleysar ávísingar til kríggj, fasistiskar extremistar í Miðeystri og 266b, so fer mítt barometur frá geisp niður á buh.
Tigandi kvinnunar
Brøðrasamkomurnar hava onga felags leiðslu og ongan felags politik uttan gleðiboðskapin sjálvan. Her eru eingi krøv um teologiskar útbúgvingar – um tær so eru tiknar innan fyri ella uttan fyri danska kongaríkið. Hetta gevur eina deiliga breidd og hugnaliga fólksligheit.
Men bara til eitt vist. Tí samfelagsmøtini eru brøðramøtir við denti á, at brøður eru eitt kallkynsorð. Eg hoyrdi onkra kvinnurødd syngja solo, men annars vóru kvinnur sjónliga fráverandi á øllum postum.
Tað er langur vegur til eitt kjak, um kvinnur ikki hava fingið somu náðigávur at tala sum menn, tá bara menn bjóða fólki vælkomnum úti við dyrnar, bara menn eru fyriskiparar og bara menn innleiða og enda.
Men eg havi tað við samkomuni sum onnur hava tað við løgtinginum. Tú kanst halda at tað verður sagt ov nógv býtt, og tú kanst halda, at tað eru ov fáar kvinnur. Men tað merkir ikki, at eg eri ímóti hvørki demokratiskum parlamentum ella ikki-hierarkiskum samkomum.