Fundur um arbeiðsloysi á Eiði

Nú Norðís á Eiði hevur latið aftur, hava Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsloysisskipanin tikið stig til kunnandi fund. Á fundinum, sum verður hildin á Hotel Eiði klokkan 18.30 í kvøld, fara umboð fyri arbeiðsloysisskipanina at greiða frá um rættindi, skyldur, skeiðsmøguleikar o.a. í arbeiðsloysisskipanini.

Ingeborg Vinther forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag fer at greiða frá um tryggingar og annað viðkomandi, og umboð fyri Samtak verða við á fundinum.

Fundurin er almennur, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.