Fundur um barnaansing

Komandi mánakvøld verður almennur fundur um stóra tørvin á stovnsplássum í Tórshavnar Kommunu og hvussu barnaansingin verður skipað í framtíðini

Turið Kjølbro


Barnaansing og stóri tørvurin á stovnsplássum í høvuðsstaðnum stendur á dagsskránni á fundi í Mettustovu í Havn, sum Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn skipar fyri.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fer at greiða frá ætlanum hjá landsstýrinum á barnaøkinum sambært samgonguskjalinum, og gera status viðvíkjandi farloyvi, um peningur fylgir barninum, og øðrum.

Tað hevur verið frammi, at barnaansingin verður løgd út til kommunurnar at umsita og at Tórshavn verður royndarkommuna næsta ár hesum viðvíkjandi. Hvat liggur í kortunum, og hvussu skal skipanin fíggjast og virka, fer landsstýriskvinnan at greiða frá.

Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, Elin Lindenskov, fer á fundinum at greiða okkum frá nýggju upptøkutreytunum, ið eru góðkendar, og nær nýggja EDV-skipanin, sum stýrir upptøkuni av ansingarplássum fer at virka. Hon fer at lýsa støðuna, vísa hvussu økini í kommununi eru býtt, hvørji og hvussu nógv stovnspláss eru, hvussu nógv børn eru í ymiskum økjum, og siga nakað um bíðilistan.

Orðstýrari á fundinum verður Heri Joensen. Fundurin mánakvøldið í Mettustovu byrjar kl. 20.00. Felagið vónar, at fólk møta fjølment til fundin, sum er almennur.

Nevndin í Foreldrafelagnum er henda: Bryndis á Dunga, forkvinna, Annika Joensen, næstforkvinna, Høgni í Stórustovu, kassameistari, Inga Foldbo Hjalnafoss, skrivari, og Heidi Magnussen, nevndarlimur.