Mikukvøldið 21. mai kl. 19.00 verður almennur í Býráðshøllini í Klaksvík. Evnið er framtíðin hjá frítíðar-, ítróttar- og mentanarlívinum í býnum, nú Norðoyatunnilin um nøkur ár fer at kollvelta lokalsamfelagið
Tíðindaskriv
Í fasta sambandinum til og frá meginøkinum liggja nógvir nýggir møguleikar og vansar. Virksemið hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, frítíðarfeløgum, fyriskiparum og mentanarlívinum fær nýggjar avbjóðingar, og so er stóri spurningurin, um Norðoyggjar fara at draga ella at dragna.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, hevur sett ein stýrisbólk at fyrireika Klaksvík til fasta sambandið. Í hesum stýrisbólki sita umboð fyri millum annað vinnulív, skúlar og heilsuøkið í Norðoyggjum. Stýrisbólkurin fer at seta nakrar arbeiðsbólkar at arbeiða við ávísum økjum, og tann fyrsti av hesum bólkum er settur.
Tað er arbeiðsbólkurin, sum skal lýsa frítíðar- og mentanarøkið í Norðoyggjum. Bólkurin skal geva eitt boð upp á, hvat eigur at vera gjørt og betra á hesum øki næstu árini, og tað verður gjørt í eini frágreiðing til stýrisbólkinum. Í bólkinum eru Eyðun Klakstein, sum er samskipari, Erik Biskopstø og Jastrid Gullaksen. Bólkurin fer komandi tíðina at tosa við avvarðandi feløg, persónar og stovnar fyri at savna upplýsingar, hugskot og meiningar um frítíðarøkið.
Ein liður í hesum arbeiði er almenni fundurin, sum verður í Býráðshøllini 21. mai. Á hesum fundi verður lagt upp til kjak um støðuna innan ítrótt, frítíð og mentan, og hvat skal henda á hesum økjum næstu árini.
Øll, sum varða av ítrótti, frítíð og mentan í Norðoyggjum - ella hava áhuga fyri hesum - eru væl komin á fundin.