verður skipað fyri almennum fundi, har greitt verður frá grafisku útbúgvingunum og nýggju útbúgvingini til miðlagrafikara (mediegrafiker).
Fundurin verður mánakvøldið, 18. september kl. 19 á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin.
Útbúgvingin til miðlagrafikara, sum byrjar í Danmark fyrst í komandi ári, kemur í staðin fyri grafikaraútbúgvingina, ið fyrst og fremst er ein útbúgving um, hvussu ymsir prentlutur verða gjørdir. Seinastu lærlingarnar eftir gomlu grafikaraútbúgvingini verða tiknir inn 1. januar komandi ár.
Nýggja útbúgvingin til miðlagrafikara, sum er ein vanlig lærlingaútbúgving, tekur umframt prentlutir eisini við samskifti, sum fer fram í digitalum og elektroniskum miðlum.
Hetta hevur við sær, at virkini, sum kunnu taka lærlingar í hesi yrkisgrein, gerast fleiri, millum annað vanlig grafisk virki, lýsingarstovur, multimediavirkir, teknistovur, bløð og onnur virki, sum fáast við samskifti.
Nevndin vitjar eisini virkir
Á ferðini her í Føroyum fer nevndin í Grafisk Fagligt Udvalg at hava fundir við føroysku yrkisnevndina fyri grafikarar. Danska nevndin fer eisini at vitja virkir í Føroyum, sum kunnu hugsast at verða góðkend sum lærupláss til nýggju útbúgvingina.
Virkir, ið eru hugað fyri at fáa vitjan av umboðum fyri donsku og føroysku yrkisnevndinar dagarnar 18.-20. september, kunnu venda sær til Yrkisdepilin á telefon 35 50 50 ella við t-posti:
depilin@yrkisdepilin.fo
Nývalda føroyska yrkisnevndin fyri grafisku yrkini hevur fýra limir. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy, sum formanni, Honnu M. Michelsen, sum næstformanni. Hinir limirnir í nevndini eru Eyðun Húsgarð og Anna Hansen.
Yrkisnevndin fyri grafiski yrkini er nevnd fyri yrkini grafikarar, prentarar, serigrafar, fotografar, miðlatøkningar og bókbindarar.