Tá Annika Olsen sunnukvøldið boðaði frá, at hon ikki longur var partur av Framsókn, og samstundis tók seg úr Fíggjarnevndini og søkti farloyvi frá tinginum, byrjaði ein togtogan millum samgongu og andstøðu.
Varamaðurin hjá Anniku Olsen á tingi, Joen Magnus Rasmussen, er limur í Fólkaflokkinum, og andstøðan førdi fram, at tað tískil er hann, ið skuldi taka yvir nevndarsessirnar hjá Anniku Olsen. Harumframt vildu andstøðutingmenn vera við, at ein løgtingsmaður ikki kann leggja ein tingsess frá sær.
Tað metti samgongan ikki, ið vístu á, at tingskipanin loyvir tingmonnum at siga ein sess frá sær, og at tað harvið er valbólkurin, ið eigur sessin, ið kann velja eitt nýtt fólk fyri Annika Olsen.
Formansskapurin hevði fund um støðuna í dag, og Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tosaði við Rás 2 aftaná fundin.
- Sum nýggjur løgtingsformaður hevði eg hildið tað verið óðamannaverk at fari út, og vassa uttan at hava havt løgtingsskrivstovuna aftanfyri meg. So eg bað tey í gjáramorgun, um at gera eitt upprit um hetta málið, og tað er út frá tí uppritinum, at eg havi valt at úttala meg til almenningin.
- Tingskipanin letur upp fyri, at man kann siga tingsess og nevndarsess frá sær. Annika hevur ikki sagt tingsessin frá sær, men hevur sagt nevndarsessin frá sær í fíggjarnevndini og hon hevur so eftirfylgjandi biðið um at verða loyst úr tingsessinum tí hon fer í farloyvi.
- Tá ið tað er støðan, sambært umsitingini, so hevur valbólkurin, ið Annika Olsen fór úr, rætt til at tilnevna ein nýggjan lim í fíggjarnevndini.
Til ber at hoyra alla samrøðuna við Páll á Reynatúgvu við at trýsta á pílin undir myndina.