Politiið boðar nú frá, at tey hava funnið blóðrestir av Pidda Hansen í Norðoyatunlinum, tá kanningarnar fóru fram har 19. desember í fjør.
Tá fann politiið blóðrestir aftan fyri ein betonskúr inni í øðrum stóra víkiplássi í høgru síðu frá Leirvík.
Kanningar hava nú staðfest, at hesar blóðrestir stavaðu frá Dánjal Petur Hansen.
Politiið heldur tí, at gerningsmaðurin fríggjamorgunin 4. novembur 2011 hevur flutt líkið frá bústaðnum hjá Pidda til Norðoyartunnulin og síðan seinri burturbeint líkið.
Politiið vil tí framvegis hoyra frá fólki, sum hava sæð silvurlitta Skoda Fabia bilin í Norðoyartunlinum ella aðra staðni í tíðarskeiðnum 4. til 12. novembur 2011.