Flogfør hjá brasilska flogvápninum hava funnið ymisk vrakpetti úti fyri norðurbrasilsku strondini. Hildið verður, at talan er um vrakpetti frá tí horvna flogfarinum Brasilska flogvápnið sigur, at vrakpettini eru funnin einar 350 fjórðingar í landnyrðing úr oynni Fernando do Noronha.
Enn er ikki staðfest, hvørjum flogfari vrakpettini eru úr, men sambært Reuters er tað rættiliga sannlíkt, at tey eru úr tí franska flogfarinum, sum hvarv gjáramorgunin á veg úr Brasil til Fraklands.
Jorge Amaral, sum er talsmaður hjá brasilska flogvápninum, sigur við tíðindastovurnar, at
talan er helst um stólar úr einum flogfari, men at tað er ov tíðliga at siga nakað vist enn. Sambært talsmanninum hava flogfør hjá flogvápninum eisini sæð oljublettir á sjónum, har vrakpettini eru.
228 fólk vóru við Air France-flogfarinum.