Funnin illa hagreiddur

Politiið er farið at kanna, um ein maður á Toftum datt ella varð sligin og tí fekk álvarsligar løstir. Maðurin hevur í vikur ligið í respiratori og er nústaðni raknaður við aftur

Mánadagin 4.februar varð ein maður funnin á gólvinum í húsum sínum á Toftum.
Hann hevði sjálvur ringt 112, og tað vóru sjúkrabilafólkini, sum funnu mannin
Tá var hann mestsum lívleysur, hevði fingið fleiri skaðar og varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið.
Maðurin var einsamallur inni og búði eisini einsamallur har.
Familjan helt í fyrsta umfari, at hann mundi vera dottin, men á Landssjúkrahúsinum vístu tey á, at heldur var okkurt annað hent, soleiðis sum løstirnir vóru. Skaðarnir vóru so stórir, at teir neyvan kunnu vera komnir bara av einum falli.
Onnur síðan á manninum var knúst inn, og tí sambandinum var annað nýra so illa farið, at neyðugt var at taka tað. Rivjabein stungu inn í lunga. Bløðingarnar innan vóru so umfatndi, at hann fyrsta samdøgirð fekk tríggjar litrar av blóði.
Maðurin lá leingi í respiratori og raknaði ikki við aftur fyrr enn fyri nøkrum fáum døgum síðan.
Hann minnist einki til, hvat var hent – í hvussu er ikki enn.
Málið varð meldað til politiið, sum hevur byrgt húsini av. Tað er gjørt fyri at vísa, at politiið hevur verið í húsunum . Tað er á sama hátt, sum tá ið ein bilur er farin útav, at politiið bindur hvítt og reytt band um bilin.

Hava avhoyrt fólk
Bergleif Brimvík sigur, at enn er ikki talan um nakað mál, men hann váttar, at nakrar avhoyringar eru gjørdar.
- Vit hava ikki nakra hóming av, hvat kann vera hent. Maðurin kann tað sama vera dottin, sum at nakar hevur gjørt seg inn á hann, sigur Bergleif Brimvík.
Tann spurningurin er latin einum rættarmedisara at meta um.
Hann sigur, at torført er at fáa greiði á, hvat hendi, tí eingi vitni eru.
Politiið hevur fingið loyvi at kanna telefonir fyri at fáa at vita, hvønn maðurin hevur samskift við og um hvat.
Maðurin er sambært familjuni spakuliga við at koma fyri seg.