Næstan tvær vikur eftir, at 58 ára gamli amerikumaðurin úr Texas, Martin Edward O Connor, varð lýstur saknaður, er hann funnin aftur á lívi og í góðum standi.
Hann varð funnin aftur í vetrarveðurlagnum Grand Canyon í USA, har hann hevur livað í kuldastigum í harðbalnað landslagnum. Tað skriva eitt nú NBCNews og People.
Um summarið er Grand Canyon kent fyri rættiliga nógvan hita, men í vetrarmánaðunum kann tað gerast rættiliga kalt i hesum sererkta umhvørvi í Arizona.
Tað var ein bjargingartyrla, sum flutti hin 58 ára gamla úr harðbalna økinum, og hetta hendi um 10-tíðina fyrrapartin hósdagin í hesi vikuni.
Hetta hendi, eftir at onnur gongufólk longu mikudagin høvdu sæð ein mann í New Hance Trail, sum er eitt øki í Grand Canyon. Tað vísti seg, at hetta var saknaði maðurin.
Fráboðanin um, at Martin Edward O Connor var saknaður, kom hin 22. desember í fjør, og hann varð seinast sæddur við Yavapai Lodge í Grand Canyon Village.
- Okkara bjargingarfólk vóru ovfarin av, hvussu væl hann hevur klárað seg allar hesar dagar í so truplum umstøðum, sigur Lily Daniels við útlendskar miðlar.
##med2##