Tá ið ein kona ein góðveðursdag herfyri fór ein túr oman í mølini í Nesi í Hvalba við lítla soni sínum at spæla eina løtu, komu tey brádliga fram á eina gamla beinagrind, sum stakk út undan bakkanum.
Talan var um nøkur heilt fá bein, sum vóru púra rein og nosslig og høvdu øll tekin um at hava ligið undir mold í øldir.
Men konan, sum lærir til sjúkrarøktarfrøðing, helt, at beinini sóu kend út og tí tók hon tey við sær til hús.
Hon setti seg í samband við Fornminnissavnið og savnið fekk síðani beinini í varðveitslu.
Mannabein
Tey vórðu send til Danmarkar til kanningar fyri at staðfesta, hvat talan er fyri bein og Símun V. Arge, fornfrøðingur, sigur, at tað nú er staðfest, at talan veruliga eru um mannabein.
Talan er um eitt skinnabein og eitt petti av einum fótrótsbeini, sum var komið undan kavi í bakkanum í mølini í Nesi Hvalba.
Fornfrøðingurin sigur, at sjálvandi er hetta øgiliga áhugavert, tí tey hava leingi havt varhugan, at okkurt av fornfrøðiligum áhuga hevur verið har um vegir.
Staðið, har leivdirnar eru funnar, eitur Bønhúsfløta og eisini tað staðarnavnið bendir á, á, at fólk hava búleikast har.
Síðani hava fólk frá Fornminnissavninum verið í Nesi og Hvalba og skrásett alt tað, sum sæst í bakkanum.
- Tað er heilt týðiligt, at har eru leivdir av fornari búseting bæði av toftum av húsum og gørðum.
Mannabeinið kann eisini benda á, at har hevur verið ein fornur kirkjugarður.
Skráseta økið
Spurningurin er bara, hvussu gamlar fornleivdirnar í Nesi í Hvalba eru og tað er ikki staðfest enn.
- Men tað er ongin ivi um, at hetta er heilt gamalt, tí ongin veit nakað ítøkiligt um búseting akkurát har og hetta liggur eisini uttanfyri vanliga bústaðarøkið í Nesi í Hvalba.
- Talan kann vera um búseting, sum stavar frá miðøld ella kanska enntá heilt afturi í víkingaøld, sigur Símun V. Arge.
Hann sigur at næsta stigið hjá Fornminnissavninum verður at fara aftur í Nes Hvalba seinni í summar at skráseta allan bakkan heilt neyvt, at beinini eru funnin.
Tá ið tað er gjørt, fara tey at vita um tað ber til at fáa beinini tíðarfest fyri at vita hvussu gomul tey eru.
Um tað ber til ella ikki, veldst um, hvussu nógv kollagen er í beininum, tí tað er kollagenið, sum verður brúkt at tíðarfesta tað við. Er alt kollagen vaskað úr beininum, ber ikki til at tíðarfesta tað.
Óvist við grevstri
Tá ið alt tað arbeiðið er liðugt, verður støða tikin til um hetta er eitt øki, har Fornminnissavnið eigur at grava út.
Í øllum førum heldur hann, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, fyri at tryggja, at ikki meiri av bakkanum fer í brimi.
Tá ið hann sigur, at støða skal takast til um tey skulu grava økið út, er tað ikki tí at tey ivast í um her er nóg áhugavert at grava.
- Hetta er heilt avgjørt sera áhugavert, Men um vit skulu grava, er nevniliga ein fíggjarligur spurningur.
- Vit fáa onga játtan til fornfrøðiligar grevstrar. Tað er ikki vist, at Fornminnissavnið fær ráð at grava út í Hvalba. Gravingin á Sandi í løtuni er bara neyðgrevstur, tí játtan til veruligan útgrevstur fáa vit ikki.
Men í fyrstu syftu heldur hann, at stig eiga at verða tikin til at verja bakkan, so at ikki meiri av honum ferst í brimi.