Heilsufrøðiliga Starvsstova afturkallar tvey sløg av sólblómukjarnum, sum eru seld í Føroyum. Orsøkin er, at deyðar klukkur eru funnar í nøkrum posum. Tí verður vøran mett óegnað sum mannaføði og skal beinast burtur.
Talan er um sólblómukjarnir frá fyritøkuni System Frugt A/S.
Annað vørumerkið, kjarnirnar eru seldar undir, er »Grøn Balance Økologiske Solsikkekerner«. Pakkarnir innihalda 500 gramm og hava datomerking, sum er best fyri 17/7-2019, 19/8-2019 og 10/9-2019.
Hitt vørumerkið er »Belbake Bio Solsikkekerner«. Hesir pakkar innihalda eisini 500 gramm, og datomerkingin er best fyri 24/7-2019 og 1/8-2019.
Vøran er seld í handlum í Føroyum, og Heilsufrøðiliga Starvsstova gevur nú boð um, at pakkarnir skulu burturbeinast. Um fólk hava keypt hesar pakkar, skulu teir latast aftur til handilin ella burturbeinast.