Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti einum ávísum slagi av nudlum, sum er at fáa í handlum í Føroyum. Talan er Instant Noodles pancit canton chilli frá Lucky Me. Heilt ítøkiliga er talan um Lucky me Instant nudlur pancit canton chilli. Nettovektin er 24x60 gramm og talan er um sendingina, sum er best fyri 27. 7 í ár. Tær eru annars merktar við »Item No: 03594«
Orsøkin er, at tað er ov nógv av evninum ethylenoxid, í nudlunum. Ethylenoxid er eitt týningarevni, sum kann verða krabbameinselvandi. Tí verður heitt á fólk, sum liggja inni við hesum um at lata tær handlinum haðani tær eru keyptar, tær aftur, ella at ella koyra tær í skrell.