Funnu grind í illveðri

Um middagsleitið fann trolbáturin Varðin grind 12 fjórðingar norður úr Fugloynni.

Trolbáturin Birtingur kom skjótt til grindina, og síðani hava teir báðir bátarnir einsamallir rikið grindina móti landið. Grindin var mett at vera um 100 hvalir.

Fyri einum tíma síðan var grindin fimm fjórðingar úr landi.

Tá ivaðist Karl Johansen, sýslumaður í, um tað fór at eydnast at reka grindina inn og halda henni til. Tá var longu farið at skýma, og Varðin segði, at veðrið var sera vánaligt.

Eydnast at fáa grindina inn, eru tvær góðkendar hvalvágir at velja ímillum, Viðvík og Hvannasund.