Í keðiliga veðrinum hava fólk leingi leitað eftir springarunum, sum vórðu sæddir í Kaldbaksfirði seinnapartin. Grindaformenninir í Kollafirði hava nú tikið avgerð um at avblása leitingina, og eru teir nú farnir til hús.
- Vit mistu teir vekk, tað er trupulleikin, sigur Bergur Dam Jensen, grindaformaður í Kollafirði.
Springararnir høvdu nógva ferð, tá teir tveir bólkarnir vórðu sæddir frá landi, so teir hava ivaleyst kavað og sluppu avstað, áðrenn bátur kom inn móti Kaldbaksfjørðinum.
- Tað bleiv so keðiligt veður og nógv avfall. Vit rokna við, at springararnir sluppu avstað beinanvegin, áðrenn vit komu til Kaldbaksbotn aftur, sigur Bergur Dam Jensen.
Tað var annars ætlanin at reka teir 20-30 springararnar inn á Kollafjørð, men har verður einki kók til kollfirðingar á hesum sinni.