Funnu ovurhonds nógv rúsevni

Bretska tollverkið gjørdi eitt satt kvetti, tá tollarar fóru umborð á stuttleikabátin "Louise", sum var komin úr Vensuela til Southampton við einum farmaskipi. Í einum rúmi undir bátadekkinum funnu tollararnir 1,2 tons av kokaini, sum er mett at kosta 2,5 milliardir krónur á gøtuni.

Bretsku myndugleikarnir siga, at rúsevnið varð koyrt umborð á stuttleikabátin, áðrenn hann varð settur umborð á farmaskipið. Umframt rúsevnið funnu tollararnir 40.000 evrur og fleiri vápn umborð á "Louise".

Bretar hava nú varskógvað myndugleikarnar í Belgia og Niðurlondum, og teir hava tikið seks fólk í sambandi við málið.