Endurstovnaða Futt avdúkaði í síðstu viku, at ólavsøku konsert verður undir betri og broyttum umstøðum í Tórsgøtu tann 25. juli. Lena og Niclas komu tá eisini á plakatina, men meira varð ikki avdúkað. Men í dag avdúkar Futt so tvey nøvn afturat, nevniliga Eager to Please og Bet you are William.
Dagfinn Joensen (Sang og Guitar), Bjarti Dalheim (Lead Guitar), Heri Reynheim (Bass), Rani H. Christiansen (Trummur) stovnaðu Eager To Please í 2005. Umframt hesar, so er Høgni Fagraberg (guitar, kór) eisini við
Stutt kann sigast, at allir hava royndir úr øðrum bólkum, so sum Diatribes, Fluffy Toys og mongum øðrum bólkum. Bólkurin legði seg eftir at spæla at spæla feitan rock av tí góða gamla slagnum við sterkum íblástri frá eittnú; Whitesnake, Deep Purple, Led Zeppelin, Status Quo, Black Sabbath, Scorpions o.s.fr. Bólkurin og limirnir hava áralangar royndir og hava tikið lut í mongum vási. Fyri stuttum gav bólkurin eisini út fløgu. Eager to Please siga seg væntandi hava ein gestatónlekara við á konsertii 25. juli.
Bet you are William
Hetta er listanavn hjá Petur Háberg. Petur eitur William til millumnavn eins og abbin. Og út frá Petur William kom so Bet You Are William (Pet – u – r William). Í juli kemur fyrsta fløgan út, ið hevur heitið See Innlaid Heart for Details. Fyrsta ingleútgávan av útgávuni kemur í dag, og eitur Here We Go, Stereo.
Í 2005 gjørdist Petur nummar tvey í Singer/songwriterkappingini á Hafnia. Í 2006 stovnaði hann bólk fyri at royna sangirnar í hesum høpi. Petur luttók við bólki á fleiri festivalum í fjør. Hann skrivaði undir kontrakt við nýggja plátufelagið Rock Pipit Records og fór í upptøkuhølini, og nú er fløgan, sum Óli Poulsen hevur ljóðblandað, klár.
Bólkur: Hanus Mikal Andreassen: ljómborð, Bartal Augustinussen: el-gittar, Eyðun Johannesen: bass, Andreas Dalsgaard: trummur, Petur Háberg: sang, kassagittar og el-gittara. Á fløguni er Hans Poulsen eisini við á ljómborð, onkrar bassar, onkrar gittarar, kórútseting og alt møguligt annað!