Gamla tónleikarafelagið FUT er farið í søguna. Felagið skipaði í mong ár fyri konsert á ólavsøku, umframt at royna at betra um umstøður hjá tónleikarum.
Men felagið er endurstovnað, og risið úr øskuni, og eitur nú Futt. Størsta broytingin, umframt navnið og nýtt búmerki, er helst, at orðið fakfelag er strikað úr endamálsorðingini. Ístaðin stendur, at arbeitt verður fyri at betra korini hjá tónleikarum í Føroyum, og øll hugsandi sløg av tónleiki eru nevnd sum tey øki, ið arbeitt verður fyri.
Futt hevði tíðindafund á Hvonn hósdagin, og kunngjørdi har, at ólavsøkukonsertin í ár verður øðrvísi og undir nýggjum umstøðum. Konsertin verður longu tann 25. juli, og nógv góð føroysk nøvn fara á pallin. Talan verður um eina konsert við tveimum pallum. Ein úti í Tórsgøtu, og so eisini Tjóðpallurin. So ber til at ganga ímillum, nakað sum vit kenna tað frá Asfalt konsertunum.
Enn eru nøvnini tó ikki almannakunngjørd, men Lena og Niclas spældu til tíðindafundin, og tað var ikki av tilvild. Tey eru nevniliga fyrsta navnið, sum Futt letur til almenningin. Lena og Niclas fara á pall við bólki í Tórsgøtu tann 25. juli. Meira verður at frætta um konsertina, sum tíðin gongur, og ólavsøkan nærkast.
Atgongumerki kunnu keypast hjá Tutl á Káta Horninum í Havn.