Fylg flogferðsluni yvir Føroyum

Tey ið hava áhuga fyri floferðslu – og serliga flogferðsluni við Føroyar – hava nú fingið ein góðan og ókeypis møguleika fyri hesum.

Um vikuskiftið settu tey hjá Føroyskum Radioamatørum nevniliga eina skipan til, ið gevur fólki henda møguleika. Hetta er gjørt í samstarvi við heimasíðuna flightradar.com.

Við hesi skipan sæst, hvørji flogfør flúgva yvir Føroyum – og hvar flogførini hjá Atlantsflogi eru stødd til eina og hvørja tíð.

Beint fyri klokkan 11 í morgun sást, at eitt flogfar hjá Transaero var ávegis úr Mexico til Moskva var statt beint sunnanfyri Suðuroynna. Ferðin hjá flogfarinum var 887 kilometur um tíman og tað fleyg í 11.278 metrar hædd.

Leinkja til heimasíðuna er henda: www.flightradar24.com